Bretska uttanríkisráðið sigur nú, at vandin fyri yvirgangi í Egyptalandi er vaksin. Almennar keldur í London siga við blaðið The Telegraph, at tað er veksandi vandi fyri, at al-Qaeda fer at søkja at egyptiskum frítíðarstøðum.
Í síðstu viku tók egyptiska løgreglan fimm menn tætt við markið til Gaza-geiran, og hetta hevur elvt til illgruna um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at tí væl umtókta frítíðarstaðnum Sharm el-Sheikh um jóltíðir, skrivar blaðið. Sum skilst høvdu teir fimm menninir skotvápn og granatir uppi á sær, tá teir blivu tiknir.
Í síðstu viku eggjaði leiðarin í al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri, sínum monnum til at leypa á og burturflyta vesturlendingar allastaðni í heiminum.
Uttanríkisráðið í London sigur, at tey kendu frítíðarstøðini í Egyptalandi eru yvirhøvur trygg, men ráðið ávarar fólk ímóti at ferðast aððrastaðni í landinum.









