Í býráðnum fari eg at arbeiða fyri, at fáa langtíðar ætlanir fyri bæði rakstrarúteiðslur og íløgur, soleiðis at borgarin fær at vita nær ið býráðið fer ígongd við hesu ymisku verkætlanir. Hetta gevur meira opinleika.
Tað, sum vit mest hava upplivað tey seinastu árini, eru bara fyribilsloysnir, í staðin fyri at gera hetta endaligt. Hetta ger, at peningur verður brúktur óneyðugt, tí endaligar loysnir skulu gerast. Hetta ger, at arbeiðið verður gjørt dupult, og møguliga tríggjar ferðir.
Eitt annað er, at allar eyka inntøkur sum kommunan ikki hevði lagt í fíggjarætlan, eru brúktar, uttan at vit borgarar fáa nakað munagott fyri hesar eyka krónur.
Hví eru hesar inntøkur ikki brúktar at niðurgjalda skuld ?
Um eg verði innvaldur, vil eg arbeiða fyri, at halda fíggjarætlanina. Og eru eyka inntøkur, so skulu hesar ikki bara brúkast til onkra fyribilsloysn.










