Sosial dumping á føroyskum skipum steðgast

Manningar við føroyskum skipum skulu hava føroyska løn

 

Manningarnar við føroyskum fiskiskipum, skulu hava løn eftir føroyskum sáttmálum.

 

Tað krevja tey trý manningarfeløgini, Skipara og Navigatørfelagið, Maskinmeinstarafelagið og Fiskimannafelagið.

 

Í felag heita tey nú á Landsstýrið og Løgtingið um at at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum íreiðarar og føroysku manningarfeløgini.

 

Les eisini: Vilja hava hann at skifta meining

 

Tey hald, at tað besta er, at tað verður sett sum treyt í fiskiloyvinum.

 

Sostatt halda manningarfeløgini, at fiskiloyvi tað skal vera ein púra greið treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at skipið bara er mannað við fólki, ið eru undir sáttmála ímillum reiðarar og manningarfeløgini.

 

Í øðrum lagi vilja manningarfeløgini hava, at tað skal standa í sjálvari fiskivinnulógini, at øll skip, ið fiska av føroyskum loyvum undir Føroyum og aðra staðni, skulu bara kunnu mannast við fólki, sum verða sett og lønt eftir føroyskum manningarsáttmálum.