Kantinuleiðarin í einum framhaldsskúla í Troms í Noregi, Trine Lise Liland, sigur, at skúlin er noyddur at seta næmingum forboð fyri at hava agurk til viðskera í matpakkanum.
- Trupulleikin er, at næmingarnir líma agurku-skivur upp á veggir og vindeygu. Hetta elvir til nógv stríð og viðlikahald, tá agurkin fyrst er tornað.
Hon sigur, at hetta er ein velduga stórur trupulleiki á skúlanum.
- Agurkuskivurnar seta seg rimmar fastar á veggin, tá tær eru tornaðar. Neyðugt er simpulthen at skrava tær burtur aftur og mála veggirnar av nýggjum.
Trine Lise Liland sigur, at hóast tey hava ávarað næmingar móti at líma við agurkuskivum, eru skivur at síggja um tað heila.
Hon heldur kortini ikki, at hetta er ætlað sum beinleiðis - og óndsinnað - herverk á skúlan, men at hetta heldur er ov lítið umhugsaðar skálkagerðir.










