ina var, at hon er verulig. Her vísti hon á, at tað verður roknað við inntøkum upp á 110 milliónir komandi ár, og tað verður roknað við einum yvirskoti upp á 4,7 milliónir. Hetta fegnaðist formaðurin í [...] annað inn á, at henda fíggjarætlanin er søgulig, tí tað er fyrstu ferð at roknað verður við inntøkum omanfyri tær 100 milliónirnar. Hann segði, at tað var ein øking farin fram í rakstrinum upp á 5,7 milliónir [...] Klaksvíkar Kommunu, og vóru á einum máli um, at tað var ábyrgdarfult og positivt at raðfesta afturrindan av skuld høgt. Men eisini var greitt, at tað eru mong mál, sum liggja á láni. Til dømis báðir fól
vildu inn á sjálva grasplenuna máttu lata seg og taskur sínar kanna av løgregluni. Tá eg kom oman har kl. 21 var ongin møguleiki at koma inn, tað var fult. Tíggjutúsundtals av fólki var stúgva saman á grasinum [...] mentanini. Upprunafólki á Haiti, tey vóru kallað Arawak Taino, komu norðanfrá, úr syðra partinum av Norðuramerika í 14. øld. Hetta var sama fólkaslag, ið eisini eru búsitandi á Jamaica og Cuba. Tey høvdu [...] Nolsøe Poulsen 4. juli er sum kunnugt Independence day ella frælsisdagur amerikumanna. Hetta varð feiðra á ymsan hátt kring landið. Í Washington, har eg eri stødd i hesum døgum, var alla tíðina sera ivasamt
vikum síðan, eru 40.000 fuglar, sum eru raktir av oljudálkingini, savnaðir framvið útnyrðingsstrondini á Spaniu. Fuglafrøðingar stúra fyri, at bara helmingurin av fuglunum sleppa undan dálkingini við lívinum [...] doyggja av oljudálkingini. Í Spaniu hava fólk mótmælt, at uppruddingararbeiðið eftir, at "Prestige" gekk burtur, hevur gingið so seint.
læknavísindi. Í 1953 fór hann á eina átta mánaðir langa motorsúkluferð kring Latínamerika, og tað skuldi vísa seg, at hendan ferðin fekk stóra ávirkan á hansara politisku sannføring. Á ferðini sá hann, hvussu [...] kommunistaflokkurin PCB hevur svikið hann. Sjúkur, særdur og skitin, men við einari turkatrúgv upp á ta marxistisku kollveltingina. Che Guevara var deyður, og ein nýggj ímynd hevði sæð dagsins ljós. Tann [...] viðfarnir, hvussu arbeiðsmenn vórðu háðaðir, og hann varð stórliga ávirkaður av tí ovurstóra muninum á ríkum og fátækum. Heimafturkomin til Argentina gjørdi hann seg lidnan við lesnaðin, stakk í sekkin og
megnaðu at reisa hetta virkið á føtur. Tað hava verið mergjaði fólk, ið her settu búgv, og ættarliðini hava lyft arvin eftir tey, sum undan fóru. Hon vísir á, at Skopun gekk á odda við fyrstu dansistovuni [...] væl á virkinum, og tað geri eg framvegis. Eg vaski einar 2-3 tímar um dagin og gjarna eitt sindur longri fríggjakvøld, tá ið arbeiðsvikan á virkinum er liðug. Ein teirra, sum var til arbeiðis á fiskavirkinum [...] fiskaframleiðslan var liðug á virkinum seint á kvøldi, vaskaði eg mangan til klokkan 01 um næturnar. Tað var ikki soleiðis, at avbygdarfólkið neyðturviliga skuldu arbeiða á kvøldvaktini. Tey kundu velja
var festivaløkið eitt stórt runudýkið. Men øll, sum vóru til staðar vóru samd um, at alt gekk friðaliga fyri seg á festivalinum. Hetta var annars í einari tíð, har nógvur ófriður og nógv rok var kring alt [...] men mong meta ikki, at hesir hava livað upp til andan, sum var á tí fyrsta Woodstock-festivalinum. Mong av teimum tiltiknu illneitaðust inn á Woodstock-festivalin í 1999, tí tey mettu, at fyrireikarnir stóðu [...] sum liggur uttanfyri býin Bethel. Bethel liggur 80 kilometrar frá Woodstock. Festivalurin var hildin á einum stórum øki, sum bóndin, Max Yasgur átti. Max Yasgur óttaðist fyri, at ein stórur ruðuleiki fór
Hon gekk fyrst í realskúla í Hoydølum og fór síðani á Føroya Læraraskúla. Eftir lokna skúlatíð vendi hon aftur til Skopunar. Tá var hon 23 ára gomul. Síðan 2006 hevur Kathrina verið fyrstilærari á Herðuni [...] Herðuni. Hon varð sett sum fyrstilærari av Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í skúlamálum, sum hevði verið floksfelagi hennara á lærarskúlanum. Tað eru stórar broytingar farnar fram í Skopunar skúla seinastu
Randers, har Viborg vitjaði. Tríggjar á rað FCK vann aftur, og fyri triðju ferð á rað megnaðu teir at halda mótstøðuliðnum frá at gera mál. Stóri maðurin í 4-0 sigrinum á heimavølli móti AaB var Peter Møller [...] framtíðini ikki fer at bera til at spæla, tí frost og kavi verður á vøllunum, so fara feløgini at missa heimavøllin. Hetta leggur trýst á kommunurnar, sum ivaleyst fara at finna pengarnar til at leggja hitarør [...] at flyta upp í divisiónirnar og kanska at gera seg galdandi í kappingini millum tey bestu. Men tað gekk ongan veg. Í 1964 varð ásannað, at um nakað skuldi spyrjast burturúr, so var í fyrsta lagi neyðugt
fødd á Kirkju á Fugloy, dóttir Palmu, f. Soldal, ættað úr Sumba, og Rasmus Rasmussen, vanliga nevndur Rasmus í Fugloy. Hon gekk í skúla í Klaksvík og tók realprogv í 1960. Hon arbeiddi í handli og á Sjó [...] Inga byrjaði tann 1. september 1962 á "Indleveringsposthus 1" í Holbergsgade í Keypmannahavn. Eftir at hava verið á Post & Telegrafskúlanum fekk hon starv á Postgarðinum í Købmagergade, har hon var til [...] til 1970, tá hon fór í barnburðarfarloyvi. Í 1972 fekk hon starv á posthúsinum í Værløse, har hon var, til hon 1. mars 1977 fekk starv hjá Postverki Føroya, sum varð yvirtikið árið fyri. Hennara starv er
r. Postverksstjórin Sofus Clementsen vitjaði eisini í hesum sambandi. Leif er úr Sandavági. Hann gekk á preliminerskúla og sigldi í nøkur ár, áðrenn hann í 1964, tók við sum posthúsleiðari í Sandavági [...] samskifti við nógv fólk í bygdini, við tað at hann hevur sitið við avgreiðsluna á posthúsinum. Í sambandi við arbeiði á posthúsinum sigur Leif, at fyrr var meira pakkapostur, enn tað er í dag. Hetta komst [...] hevur arbeitt á posthúsinum, hevur hann havt farloyvi. Tá hevur hann verið til skips og róð út. Nú, Leif er farin frá, fær hann betur tíð til síni áhugamál sum t.d. at rógva út, ganga á fjall og passa