4.000 sjófuglar deyðir av oljudálking

Helst fara einir 20.000 fuglar at doyggja av olju, sum er likin úr tangaskipinum, "Prestige"

Oljudálking
Beinta Anthoniussen

Oljudálkingin frá tangaskipinum, "Prestige", hevur higartil kostað 4.000 sjófuglum framvið sponsku strondini lívið, siga spaniólar.
Síðan vanlukkan hendi fyri nøkrum vikum síðan, eru 40.000 fuglar, sum eru raktir av oljudálkingini, savnaðir framvið útnyrðingsstrondini á Spaniu.
Fuglafrøðingar stúra fyri, at bara helmingurin av fuglunum sleppa undan dálkingini við lívinum, og at 20.000 fuglar helst fara at doyggja av oljudálkingini.
Í Spaniu hava fólk mótmælt, at uppruddingararbeiðið eftir, at "Prestige" gekk burtur, hevur gingið so seint.