40 ára starvsdag hjá Postverkinum

Mánadagin 1. mars var ein hugnaløtu í kantinuni hjá Postverki Føroya á Óðinshædd í Havn í sambandi við at Inga Ellingsgaard, dagligur leiðar á lønardeildini, hevði 40 ára starvsdag

Inga byrjaði tann 1. september 1962 á "Indleveringsposthus 1" í Holbergsgade í Keypmannahavn.

Eftir at hava verið á Post & Telegrafskúlanum fekk hon starv á Postgarðinum í Købmagergade, har hon var til 1970, tá hon fór í barnburðarfarloyvi.

Í 1972 fekk hon starv á posthúsinum í Værløse, har hon var, til hon 1. mars 1977 fekk starv hjá Postverki Føroya, sum varð yvirtikið árið fyri.

Hennara starv er at avgreiða lønir og at avrokna millumlanda postflutning.

Meðan Inga arbeiddi hjá danska postverkinum, fekk hon sær útbúgving sum yvirkontórassistentur.

Hon er eisini virkin í kvinnurørðsluni og situr í NOKS (Nordiske Kvindeorganisationer i Samarbejde), sum er ein felagsskapur undir Norðurlandaráðnum. Í frítíðini spælir hon eisini bridge.

Inga er fødd á Kirkju á Fugloy, dóttir Palmu, f. Soldal, ættað úr Sumba, og Rasmus Rasmussen, vanliga nevndur Rasmus í Fugloy.

Hon gekk í skúla í Klaksvík og tók realprogv í 1960. Hon arbeiddi í handli og á Sjómansheiminum í Klaksvík, áðrenn hon fór til Danmarkar í 1962.

Hon er gift Einari Ellingsgaard, ið er ættaður av Eiði. Tey búgva í Havn og eiga tvær døtur, Randi, sum er lækni og býr Herfølge, og Beintu, sum er sjúkrasystir á Ríkissjúkrahúsinum, og býr í Keypmannahavn.

Inga og Einar eiga fýra ommu- abbabørn.