40 ár síðani Woodstock-festivalin

Woodstock-festivalurin var hæddarpunktið í hippie-tíðini. Hann var hildin uttanfyri býin Bethel í amerikanska deilríkinum, New York í 1969. Festivalurin gjørdist fyrimyndin fyri aðrar stórar festivalar kring heimin.

Woodstock-festivalurin var ein sannur tónlistaligurligur marknasteinur, men satt at siga, so varð Woodstock-festivalurin als ikki hildin í Woodstock. Festivalurin bleiv upprunaliga marknaðarførdur sum ”Woodstock music and art fair”. Men íbúgvarnir í býnum, Woodstock í deilríkinum, New York vildu ikki hava, at hesin tónleikafestivalurin skuldi vera í teirra heimbýi. Tey mótmæltu so harðliga, at fyriskiparnir sóu seg noyddar til at flyta festivalin til eitt annað stað. Men av tí, at somikið var fráliðið, so valdu fyrireikarnir at halda fast við navnið ”Woodstock music and art fair”, eisini fyri at lætta um marknaðarføringina.

Festivalurin bleiv fluttur til eitt økið, sum liggur uttanfyri býin Bethel. Bethel liggur 80 kilometrar frá Woodstock. Festivalurin var hildin á einum stórum øki, sum bóndin, Max Yasgur átti. Max Yasgur óttaðist fyri, at ein stórur ruðuleiki fór at standast av hóvastákinum rundan um festivalin, men aftaná festivalin var hann ein glaður og lættur maður. Hann hevði møtt hópin av fólki, sum vildu hava eina betri og tryggari verð. – Tað er vón fyri einari ljósari og betri framtíð, segði Max Yasgur aftaná festivalin. Festivalurin vardi í fýra dagar, og var hildin í døgunum millum 15. og 19. august.

At byrja við kravdu fyriskiparnir eitt gjald frá øllum teimum, sum komu til festivalin. 186.000 atgongumerki vóru eisini seld, men fólk streymaðu til festivalin í so stórum streymum, at fyrireikarnir vóru fullkomuliga tiknir á bóli. Endin var, at teir loyvdu bara fólki at koma ókeypis til festivalin. Endin var, at ein hálv miljón fólk komu, hóast festivaløkið als ikki var bjálvað til eina tíllíka stóra undirtøku. Matur manglaði, nærum eingi nátthús vóru, og øki til røkt av sjúkum og løstaðum fólki vóru heldur ikki tøk. Tað regnaði illa, og í løtum var festivaløkið eitt stórt runudýkið. Men øll, sum vóru til staðar vóru samd um, at alt gekk friðaliga fyri seg á festivalinum. Hetta var annars í einari tíð, har nógvur ófriður og nógv rok var kring alt USA. Nógvir gøtubardagar vóru í amerikonsku stórbýunum, tí fólk mótmæltu krígnum í Vietnam. Nógvur rasuófriður var eisini kring alt USA, og kastaði hetta myrkar skuggar yvir politikkin í USA. Sæð í ljósinum av hesum, var Woodstock-festivalurin mettur at vera fyrimyndarligur.

Nógv kend nøvn framførdu á Woodstock-festivalinum. Millum tey mest kendu kann ein nevna The Who, Jimi Hendrix, Jefferson Airplane, The Grateful Dead, Janis Joplin, Arlo Guthrie, Bert Summer, Blood, Sweat and Tears, Quill, Ravi Shankar, Creedence Clearwater Revival, Crosby, Stills, Nash and Young, Joe Cocker, Santana, Sweetwater, Sha Na Na, Ten Years After. Langt lív var ikki lagað Jimi Hendrix og Janis Joplin, sum bæði doyðu fyrst í 1970-unum, men teirra framførslur á Woodstock vera metta at vera legendariskar. Serliga tiltikin er tulkingin hjá Jimi Hendrix av amerikanska tjóðsanginum ”The Star Spangled Banner”.

Woodstock-festivalurin gjørdist fyrimyndin fyri aðrar festivalar, og longu í 1971 var tann fyrsti Roskilde-festivalurin. Isle of Wight, sum flestu føroyingar kenna frá oyggjaleikunum hevur eisini hav tein festival í eitt mannaminni. Síðani hava festivalarnir breitt seg sum hundalond, og stutt aftaná aldarskiftið var siðurin so eisini tikin upp í Føroyum. Woodstock-festivalar hava verið hildnir aftur, men mong meta ikki, at hesir hava livað upp til andan, sum var á tí fyrsta Woodstock-festivalinum. Mong av teimum tiltiknu illneitaðust inn á Woodstock-festivalin í 1999, tí tey mettu, at fyrireikarnir stóðu fyri einum alt ov kommersielum tiltaki, sum royndi at spinna gull uppá tónlistarliga hæddarpunktið frá hippie-tíðini.