tiltak í Rituvík. Síðan koma ólavsøkukonsertin og Listastevnan við sera fjølbroyttum og dygdargóðum tónleikatilboðum til at kalla hvønns mans tykki. Her hendir ómetaliga nógv á tónlistaøkinum í Føroyum [...] mennandi og upplívandi ávirkan á áhoyrarafjøld og á tónleikarar sjálvar. Tónleikaøkið er í støðugum vøkstri og í menning. Tað eru nógvar orsøkir til hesa gongd t.d. musikkskúlin, altjóðagerðingin og sjálvur [...] Eftir er Summarfestivalurin í Klaksvík, sum eftir øllum at døma skulu vit ganga eftir stóru nøvnunum og søluni higartil - ikki fer at standa aftanfyri G festivalin. Umframt hesar festivalar hava vit havt
til skattapolitikkin í samgonguskjalinum, og í fíggjarpolitikkinum biðja teir fíggjarmálaráðharran um at brúka spariknívin í rakstrinum soleiðis, sum tað varð avtalað á samgongufundi í síðstu viku. Javna [...] . Tað seinna sigur hann fer at síggjast aftur í fíggjarlógaruppskotinum, sum um ein stóran mánað fer at verða lagt fyri tingið sum grundarlag fyri fíggjarlógarviðgerðini, sum tingið fer at hava síðsta [...] Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava hug at harta fíggjarmálaráðharran. Formaðurin í hansara egna flokki sigur seg ikki síggja meldingarnar sum trupulleika. Heldur sum spennandi ballónir og signal. Fyri
sera stórt signalvirði. Bretland er eitt portur til víðari heimin, sum vit gera klókt í at nýta til fulnar. Sosialurin [...] farnir til Bretlands at fáa sær útbúgving. Hetta er blivið enn lættari, eftir at føroysk lesandi nú í parti av Bretlandi gjalda sama gjald sum EU lesandi, har vit frammaundan vóru flokkað sum ”overseas” [...] ala undirskrivað við Bretland, ið ger tað lættari hjá virkjum og einstaklingum at virka og arbeiða í Bretlandi. Hetta er eitt framstig, ið hevur verið bíðað eftir. London er heimsins fíggjarhøvuðsstaður
hetta drama loksins í øllum góðum, og fyri tey, sum fóru til songar, áðrenn seinasti leikur varð fluttur stutt eftir miðnátt, mundi tað kennast sum ein stórur lætti, tá útvarpið í sending síni kl. 7 kundi [...] Navigator lá bundin við bryggju í Ánunum og ikki lá á havsins botni, um heilt illa vildi til. Tað ultimativa ræðslusenarioið! Óhugnaligir tankar og kenslur mundu tyngja hvørt sinni í landinum teir spennandi tímarnar [...] MRCCstøðina á landi, forðaði fyri, at hetta útviklaði seg til eina sanna vanlukku. Nú vita vit ikki í skrivandi løtu, hvussu er stætt við skipinum, um hol er komið á ella um skipið hevur fingið skaða annars
koma við slíkari útmelding nú val er í nánd. Um løgtingskvinnan og flokkur hennara veruliga meintu nakað við tað tey nú gráta krokodillutár um, so høvdu tey sligið nevan í borðið, tá blokkurin varð lækkaður [...] okkurin hevur altíð viljað verið tann, ið byggir brýr millum blokkarnar í føroyskum politikki, hann, sum fær tingini at koyra. Í hesi samgongu hevur hann púra onga ávirkan havt, bara góðtikið alt tað hinir [...] sítt trúvirði á rætta stað. Tað kann ikki sigast um tað hjá umrøddu tingkvinnu í hesum so stóra og álvarsliga máli. Sosialurin
hvønn av okkum. Tað einasta hetta krevur av okkum er, at vit sjálvi taka okkum í nakkan og seta nakrar góðar og sunnar vanar út í kortið. Landslæknin kom eisini inn á spurningin um at brúka príspolitikk til [...] Hetta er eisini ein sera áhugaverdur spurningur, sum átti at verið tikin upp í tí uppfylgjandi orðaskiftinum. Reyði tráðurin í samrøðuni var, hvussu vit fáa tað fyribyrgjandi arbeiðið at virka betur. Fyribyrging [...] fyribyrgjandi arbeiði um at brúka fjølmiðlarnar. Okkara miðil vil í hvussu er eftir førimuni royna at liva upp til hesa avbjóðing. Sosialurin
seinastu árini sæð, at landið hevur verið noytt at gjalda fleiri hundrað túsund krónur í endurgjald til einstaklingar, í samband við óstorsligar uppsagnir. Hette er bert hent, aftaná hesir einstaklingar hava [...] serfrøðin í landsstýrinum, ið m.a. er sett til at tryggja einstaklingin, eftir øllum at døma hevur medvirkað til feilirnar, uttan at nakað tykist fáa avleiðingar. Kann skattgjaldarin verða vissur í, at prinsipell [...] at fáa, so somu brølarar ikki endurtaka seg? Hví ikki avseta pening á fíggjarlógini til fría prosess í prinsipiellum málum, har skattgjaldarin ella illa viðfarin starvsfólk hava útistandandi við landsstýri
okkara og vinnumøguleikar generelt. Tað sigur Johan Dahl, fyrrverandi vinnumálaráðharri í tíðargrein í Vinnnuni í Vikuskiftis-Sosialinum. Johan Dahl fegnast um tilgongdina av pelagiskum fiskasløgum, sum [...] at vit fáa betur gagnnýtslu og nyttu, sigur Johan Dahl millum annað í Vinnuni, sum er eykablaði í VikuskiftisSosialinum. Sosialurin kann eisini keypast á netinum við at TRÝSTA HER
bart út sagt sópað hesa ætlan av borðinum. Hann hevur í gjár søkt um eykajáttan til tey trý sjúkrahúsini og talan verður ikki um at fremja skerjingar í lívsneyðugum heilivági ella at niðurleggja ætlað virksemi [...] fimtan millionir. Fylgjurnar av hesi ætlan vóru ógvusligar, atfinningarnar hava ikki trotið og eitt nú í hesum teigi hava vit víst á, at stovnur og sjúklingar ikki fóru at tola eina so harðrenda framferð. [...] avgerðina. Vit hava áður ført fram, at Landssjúkrahúsið ongan góðan eigur og at sjúkrahúspolitikkurin í mong ár hevur verið eyðkendur av politiskum illvilja mótvegis Landssjúkrahúsinum. Nú hava samgongup
uppá kæruna. Tann tíðin er um at ganga út. Sosialurin skilur støðuna soleiðis, at um Sagexfólkini ikki fáa viðhald í landsrættinum og harvið sleppa at halda fram í arbeiðinum fyri Føroya Kolvetni, so er tann [...] Tað var ein undirættur í Oslo, sum herfyri tók undir við einum kravi frá Norsk Hydro um, at trý fyrrverandi Sagafólk brúktu vitan frá Sagatíðini til at hjálpa einum øðrum oljufelag í eini útbjóðing. Talan [...] Talan er um føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni. Norski rætturin settur teimum trimum oljufólkunum í felagnum Sagex, ið hevði gjørt samstarvsavtalu við Føroya Kolvetni, fútaforboð. Hesir við Terja Hagevang