Spurningurin er soljóðandi:
?Norsk Hydro søker å hindre det færøyske oljeselskapet Føroya Kolvetni fra å søke konsesjon på færøysk sokkel med begrunnelse at det har benyttet tidligere Sagaansatte.
Mener statsråden det er anstendig at Norsk Hydro søker å hindre færøyske interesser i å delta i utvinning av egne ressurser?
Begrunnelse:
Norsk Hydro har i Namsretten fått kjennelse for at tre tidligere Sagaansatte ikke får arbeide på færøysk og britisk sokkel. Kjennelsen er anket til Lagmannsretten. I mellomtiden er det nystartede, private selskapet Føroya Kolvetni ikke bare forhindret fra å benytte norsk arbeidskraft, lediggjort av Norsk Hydro, men søkes altså stoppet i å søke konsesjoner på egen sokkel. Det er opp til retten å avgjøre lovligheten av Norsk Hydros aksjoner, men jeg ber statsråden vurdere nærmere om det er ønskelig at et selskap, hvor staten er største aksjonær, søker å hindre andre nasjoners forsøk på aktivt å bygge opp eget næringsliv?
Dersom statsråden er av den oppfatning at staten som eier ikke kan eller bør gripe inn i Norsk Hydros aktiviteter i andre land, selv om disse strider mot norsk utenrikspolitikk, kan statsråden da grunngi statens eierskap i Norsk Hydro??
Tað var ein undirættur í Oslo, sum herfyri tók undir við einum kravi frá Norsk Hydro um, at trý fyrrverandi Sagafólk brúktu vitan frá Sagatíðini til at hjálpa einum øðrum oljufelag í eini útbjóðing. Talan er um føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni. Norski rætturin settur teimum trimum oljufólkunum í felagnum Sagex, ið hevði gjørt samstarvsavtalu við Føroya Kolvetni, fútaforboð. Hesir við Terja Hagevang á odda hava síðani kært avgerðina til landsrættin, sum aftur hevur givið Norsk Hydro eina viku at koma við einum svari uppá kæruna. Tann tíðin er um at ganga út. Sosialurin skilur støðuna soleiðis, at um Sagexfólkini ikki fáa viðhald í landsrættinum og harvið sleppa at halda fram í arbeiðinum fyri Føroya Kolvetni, so er tann møguleikin til steðar, at Norsk Hydro fer at tvinga Føroya Kolvetni at taka seg úr fyrstu rundu á føroyskum øki, nú tað m.a. byggir sína umsókn uppá ráðgevingina hjá teimum trimum Sagaxfólkunum.