Hvussu ber tað til, at sama løgtingskvinna ikki tók málið eins álvarsliga, tá lækkingin av blokkinum varð samtyktur? Tað eru tað fleiri enn vit, ið spyrja. Sjálv sigur tingkvinnan, at Sjálvstýrisflokkurin vildi lækka blokkin við 300 mill. kr. soleiðis at einar 30-50 mill. kr. av blokkinum tá kundu farið til hækkan av fólkapensjónini.
Tað er ótrúliga ósmæðið fyri ikki at siga jánkasligt at koma við slíkari útmelding nú val er í nánd. Um løgtingskvinnan og flokkur hennara veruliga meintu nakað við tað tey nú gráta krokodillutár um, so høvdu tey sligið nevan í borðið, tá blokkurin varð lækkaður. Hví kravdi flokkurin ikki at taka undir við lækkingini av blokkinum, at treyt fyri at atkvøða fyri hesi lækking var, at pengar vórðu funnar til at hækka fólkapensjónina so ella so!
Helena Dam á Neystabø blæsir og hevur mjøl í munninum um somu tíð. Tað kann man bara ikki. Tú vekir ikki álit millum veljararnar, um tú fyrst stendur á tingsins røðarapalli og verjir eina risastóra skerjing av blokkinum, sum m.a. er farin til fólkapensjón, fyri síðani at gráta yvir, at pengar nú ikki eru til somu fólkapensjón. Við hesum hevur tingkvinnan givið sær sjálvum og sínum flokki ein so dyggan frammaná, at hetta fer at kosta dýrt til valið.
Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð viljað verið tann, ið byggir brýr millum blokkarnar í føroyskum politikki, hann, sum fær tingini at koyra. Í hesi samgongu hevur hann púra onga ávirkan havt, bara góðtikið alt tað hinir hava sagt og kravt. Hví tryggjaði hann sær ikki pensjónshækkingina, áðrenn blokkurin varð avhøvdaður. Tað eru nógvir veljarar hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum á ongan hátt taka undir við tí ovurstóru skerjing av blokkinum, sum teirra egni flokkurin hevur verið við til at góðtaka. Tað má tí kennast teimum sera svárt og bakvent, tá tingkvinna teirra, nú valið nærkast, roynir at finna pengar til pensjónina ? nakað, sum hon lættliga kundi fingið uppá pláss, tá blokkskerjingin var fyri. Tað er av alstórum týdningi fyri politikarar, sum vilja verða afturvaldir, at teir ikki minst undan einum vali hava sítt trúvirði á rætta stað. Tað kann ikki sigast um tað hjá umrøddu tingkvinnu í hesum so stóra og álvarsliga máli.
Sosialurin