– Tað er mín vón, at Poul Michelsen ikki fer at ganga í ov smáum nationalum skóm og einans nýta okkara egnu sendistovur, men gagnnýta sendistovurnar í ríkinum til gagns fyri útflutning okkara og vinnumøguleikar generelt.
Tað sigur Johan Dahl, fyrrverandi vinnumálaráðharri í tíðargrein í Vinnnuni í Vikuskiftis-Sosialinum.
Johan Dahl fegnast um tilgongdina av pelagiskum fiskasløgum, sum vit hava fingið atgongd til seinastu árini, og sum er við til at tryggja nógv arbeiðspláss bæði á sjógvi og landið.
– Men skal hendan vinnan blíva til eina munandi størri inntøkukeldu fyri Føroyar saman við alivinnuni og restini av fiskaframleiðsluvinnu okkara, so er alneyðugt við betri handilsavtalum og harvið marknaðaratgongd fyri virðisøktar vørur enn higartil, sigur hann.
Hann heldur eisini, at tað er alneyðugt at seta stóra orku og fokus á at fáa eina nýggja og betri handilsavtalu við ES, umframt at fáa fríhandilsavtalu við Kina og Rusland – og um møguligt eisini eina TIFA avtalu við USA, so at vit kunnu útflyta lidnar fiskavørur heldur enn rávørur og hálvfabrikata, tí harvið kunnu vit fáa økt útflutningsvirðið munandi, ja kanska tvífaldað tað.
– Eg ivist ikki í, at nýggi vinnu- og uttanríkisráðharrin fer at hava stórt fokus á just hetta økið. Og min vón er eisini, at hann ikki fer at ganga í ov smáum nationalum skóm og einans nýta okkara egnu sendistovur, men gagnnýta sendistovurnar í ríkinum til gagns fyri útflutning okkara og vinnumøguleikar generelt. Tað fer at gagna Føroyum og hevði givið honum ein eyka fjøður í hattin, sigur Johan Dahl.
Hann heldur, at donsku sendistovurnar eiga at verða nýttar nógv meira aktivt at skapa sambond og formidla.
– Tí haldi eg, at ein kunningar- og marknaðarføringsátaksætlan í útheimi fyri føroyskt vinnulív eigur at verða sett á skrá saman við vinnuni sum skjótast, og tí er tað eisini gott, at man nú hevur samanlagt uttanrikis/handilsliga partin saman við Vinnumálum, tí harvið ivist eg ikki í, at vit fáa betur gagnnýtslu og nyttu, sigur Johan Dahl millum annað í Vinnuni, sum er eykablaði í VikuskiftisSosialinum.
Sosialurin kann eisini keypast á netinum við at TRÝSTA HER










