Seinnu árini hava tó verið glottar at hómað. Alsamt fleiri føroyingar eru farnir til Bretlands at fáa sær útbúgving. Hetta er blivið enn lættari, eftir at føroysk lesandi nú í parti av Bretlandi gjalda sama gjald sum EU lesandi, har vit frammaundan vóru flokkað sum ”overseas”.
Seinastu árini hevur alt ov nógv verið kopierað úr Danmark, uttan at man hevur hugt at alternativum loysnum. Hetta ger seg galdandi bæði innan tað almenna og tað privata. Hygg at forbrúksvørunum á føroysku handilshillunum. at almenna bygnaðinum, at skatta- og avgjaldsmynstri.
Tað er náttúrligt, at tað samfelag, har fólk taka sína útbúgving smittar av her heima, tá hesi koma aftur, og tí er umráðandi við spjaðing, so tað besta kann vera tikið frá øllum londum.
Útyvir hækkaða talið av lesandi, er eisini ein dupultskattavtala undirskrivað við Bretland, ið ger tað lættari hjá virkjum og einstaklingum at virka og arbeiða í Bretlandi. Hetta er eitt framstig, ið hevur verið bíðað eftir. London er heimsins fíggjarhøvuðsstaður, og tí er tað sjálvsagt, at føroysku myndugleikarnir gera tað lættari hjá føroyingum at vinna og virka í Bretlandi.
Ferðasambandið er batnað munandi við at ferjuleið til Skotlands er uppafturtikin. Tað var ein feilur nakrantíð at niðurleggja hesa leið, og tað er gleiðiligt, at rutan er uppafturtikin. Hetta ger góðan mun saman við menningini í flogferðsluni til Bretlands hjá Atlantsflog.
Tá nú samband og møguleikar eru betrað, er tað umráðandi, at almennu Føroyar signalera, at man ikki favoriserar lesandi og einstaklingar, ið fara til Danmarkar. Hesi eiga at vera síðustillað við onnur lond. Í hesum sambandi eiga almennu Føroyar at hyggja at lønarsáttmálunum innan tað almenna, har man favoriserar minni intensivar útbugvingarskipanir, sum t.d. ta donsku, við at brúka normeraða tíð til lønaráseting. Hetta er burturvið, eftirsum stórur munur kann vera á pensumi, tímatali og feruiári. Hetta eigur at vera rættað skjótast, um man ynskir eina kosmopolittiska arbeiðsmegi. Eisini má Fíggjarmálaráðið avtaka tær eftirverandi forðingarnar hjá fólki, sum t.d. gera, at tað eru størri restriktiónir á, hvat man kann fáa við sær heim aftur sum flytigóðs, um man kemur úr Bretlandi enn úr Danmark. Hetta er eitt smáting, men tað hevur sera stórt signalvirði.
Bretland er eitt portur til víðari heimin, sum vit gera klókt í at nýta til fulnar.
Sosialurin