hendingina seinasta mánadag, tá ein ung mamma og trý børn endaðu í sjónum í Tromsø, og øll fýra vórðu funnin lívleys einar 8-10 metrar úr landi. Mamman og elsta dóttirin, sum var sjey ára gomul, vórðu staðfestar [...] vikuni varð eisini fýra ára gamla dóttirin staðfest deyð. Enn liggur hálvt annað ára gamla dóttirin á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Millum tey mongu, sum vildu veita familjuni stuðul, var Idris Mohammed, ið er [...] vinfólk við hart raktu familjuna, og hann segði nøkur orð við høvið. - Hetta er ein døpur og hjartaskerandi vanlukka, sum hevur skakað okkum í Tromsø og alt Noreg, og vanlukkan er vorðin størri og størri
nátungaveiði, eru gjarna tveir mans á báti og ein í landi - ella ein á báti og tveir í landi. Hetta veldst alt um, hvussu tøkan roynist, og hvussu nógv liggur niður fyri at royta og annars at fáa frá hondini [...] Flestu, sum gera nakað serligt burtur úr nátatøku, eru gjarna væl útgjørdir við neysti/ egningarskúri, roytimaskinu, gassgrýtu og kanska blandimaskinu at vaska fuglin í. Tað eru nevniliga teir, sum vaska [...] kunnu fara í blandimaskinuna í senn, og eftir lítlari løtu er allur fuglurin so gullreinur. Teir, sum brúka blandimaskinu til fuglavask, plaga at binda handklæði um jørnini inni í maskinuni, soleiðis at
eitt øki í landinum, sum er harðast rakt av fíggjarligu kreppuni, sum herjar í løtuni. - Arbeiðsloysitalið er hægst í Norðurøkinum. Norðurøkið hevur verið tað økið í landinum, sum hevur verið mest tengt [...] Klaksvík? Landstýrismaðurin svara millum annað, at talan ikki er um at flyta ein almennan stovn. Talan er um at staðseta ein nýggjan almennan stovn. Landstýrismaðurin sigur eisini, at samgonguskjalið leggur [...] at miðast skal eftir, at nýggir stovnar skulu leggjast úti um landið, verður mett, at Heilsutrygd liggur best í Klaksvík, sigur landstýrismaðurin millum annað. At enda greiðir Aksel V. Johannesen frá, at
Tað vísir ein nýggj kanning av miðlunum í Føroyum, sum eitur Miðla- og marknaðarbarometrið, og sum Sendistovan og Lóður hava gjørt. Kanningin stendur at lesa í nýggja netblaðnum Vinnublaðið, sum júst er [...] føroyskum miðlum eftir dygd og áliti. Hinvegin fáa Vágaportalurin, Norðlýsið og serliga Oyggjatíðindi ein dyggan frammaná viðvíkjandi dygd og áliti millum brúkararnar. Hetta verður gjørt á einum indeksstiga [...] hevur útvarpið hjá Kringvarpinum. Men beint í hølunum á útvarpinum hjá Kringvarpinum kemur Portalurin, sum Sosialurin hevur ábyrgdina av at dagføra við tíðindum. Sosialurin er eisini nummar trý, eitt fitt glopp
tað ikki. Ein kæra liggur hjá Fiskimálaráðnum ? av tí at hini ráðini av ymsum orsøkum eru ógegnig - um málið, og hon hevur steðgandi virknað. - Hetta merkir í veruleikanum, at allar avgerðir, sum eru tiknar [...] brotið. - Við tí sum hendir í dag hava Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna brotið avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um, at kæran skuldi hava steðgandi virknað. Tað sigur Christian Andreasen, sum er sakførari [...] Tað er embætismisbrúk, at Mentamálaráðið í dag arbeiðir víðari við einum máli, sum óavgjørd kæra við steðgandi virknaði er um. Tað sigur Christian Andreasen, sakførari hjá Skúlastýrinum í Kommunuskúlanum
fyrr enn í 2005 varð farið undir at framleiða olju frá Clair. Schiehallion, sum er ein tann størsta oljukeldan í bretskum øki sum held, byrjaði framleiðsluna í 1998. Mett verður at útbygging av Schiehallion [...] úbyggingar so sum Rosebank hjá Chevron og Statoil, Cambo hjá Amerada Hess og uppaftur aðrar útbyggingar, so fara íløgurnar komandi árini skjótt at røkka teimum 100 milliardunum. Nakað, sum so aftur kann [...] fyri Hetland og øðrum útbyggingarstigi av risa oljukelduni Clair. Mett verður at Schiehallion, ið liggur skamt frá føroyska markinum, kann framleiða olju heilt fram til 2035 eftir hesa útbygging, meðan
kommunu, sum mær dámar stak, væl og har havi eg nógv upp á hjartað. Somuleidis havi eg nu meira stundir til familjuna og børn mini, sum hava brúk fyri mær, sigur Levi Mørk, sum ynskir øllum, sum eru stilla [...] keðiligu skriving á Facebook. Tað er eisini væl skiljandi, men tá ið ein brennur fyri politikki, er tað ikki so lætt at geva uppat, tað liggur ikki til mín. Hóast eg havi roynt at berja meg uppaftur, má eg viðganga [...] Beinleiðis orsøkin er skrivingin hjá honum á Facebook um atsóknina í Noreg 22. juli. Tað er ikki ein dagur ella tími, har eg ikki hugsi um mina keðiligu skriving á facebook i juli, um hvør stóð aftan
fiskivinnuna og har varð upplýst, at fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn er avmarkað og ikki so gott, sum tað átti at verið. Ein orsøk til tað, er, at Tjaldrið einans er mannað helvtina av árinum. Tjaldrið varð bygt [...] eisini boðað frá, at tey hava eitt skip í kikaranum, sum kann útvegast fyri einar 110 milliónir krónur. Talan er um eitt norskt veitingarskip, sum Vørn heldur er væl hóskandi til endamálið. Og í Løgtinginum [...] tilboðnum úr Noregi. Men hann gjørdi greitt, at sum støðan er nú, verður einki nýtt skip útvegað. Tað er rætt og slætt ikki fígging til tað, sigur landsstýrismaðurin. Ein slíka upphædd hava vit ikki í skipanini
kennast aftur, at Pólland hevur hollendska Leo Beenhakker, sum venjara: ?Tað tykist, sum standa teir ógvuliga kompakt á vøllinum, og tað tykist, sum um teir eru inspireraðir av tí hollendska álopsfótbóltinum [...] pressuni í Póllandi verið úti við grovum karikaturmyndum og myndakollasjum, sum hava til endamáls at píska ein keðiligan stemning upp. Michael Ballack segði við Eurosport ígjár, at tað var bara við til at [...] Nógv søga liggur millum londini í bólki B. Kroatia var partur av Eysturíkska-ungarska keisaraveldinum, og stórir partar av Póllandi hava í søguni hoyrt til Týsklands. Tí hava partar av tí óseriøsu pressuni
hann vil ikki siga, hvat starv, talan er um. Hann heldur, at ein nýggjur stjóri á Strandferðsluni hevur betri møguleika, vissi tað verður ein, sum hevur røtur í Suðuroy og sostatt er kjølfestur har. Hann leggur [...] familjuni, sum fekk Dánjal Andreasen at siga stjórastarvið á Strandferðsluni frá sær, fortaldi hann á Rás2 fyri eini løtu síðani Tá ið Dánjal Andreasen flutti til Suðuroyar at taka við starvinum sum stjóri [...] familjuni. Tað er orsøkin til, at hann nú hevur sagt upp, bara sjey mánaðir eftir, at hann var settur sum stjóri á Strandferðsluni. Tað fortaldi hann í tíðindunum á Rás2 fyri eini løtu síðani. Hann segði,