Endurskoða oljupengar

Enn eru millum 30 og 40 mill. kr. eftir at brúka av upphæddini, sum oljufeløg frá bæði 1. og 2. útbjóðing hava latið til førleikamenning. Landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm sigur við Vinnusíðurnar, at hann fer at taka spurningin um oljupengarnar upp í næstum, tí har eru viðurskifti, sum eiga at endurskoðast.

Oljupengar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


-Øll skipanin eigur at verða endurskoðað ikki minst við tí fyri eygað, at landsstýrið hevur sett sær onnur mál um, hvussu vit skipa hetta samfelagið tery næstu 10 árini og her hugsi eg m.a. um gransking.

Landsstýrismaðurin útilokar tí ikki, at førleikapengar frá oljuvinnuni kunnu verða brúktir øðrvísi í framtíðini her m.a. til granskingaruppgávur.

-Vit eru tó vitandi um, at pengarnir verða játtaðir í samstarvi við tey feløgini, sum koma til Føroya at arbeiða og at tey sjálvsagt hava áhuga í at seta síni fingramerki á, hvat pengarnir verða brúktir til. Soleiðis hevur gongdin verið higartil, og tað er tað fult forstáilsi fyri. Men í mínum samskifti við feløgini havi eg eisini sagt, at tað liggur fyri stavn, at man helst eigur at hyggja eftir skipanini tó ikki fyri at kollvelta hana men meira fyri at regulera hana.

Sjálvur heldur Bjarni Djurholm, at pengarnir, sum oljufeløgini hava játta at lata sum part av loyvunum, eiga at verða meira úrslitsorienteraðir, soleiðis at tað, sum kemur burtur úr í síðsta enda, gevur eina nyttu. Tað er kanska serliga nú ein nýggj fíggjarlóg er fyri stavn, at man tekur tað upp. Hesir pengar eru tó ikki tiknir við í fíggjarlógarviðgerðini.