Reyði Krossur í Føroyum er við til at geva eina hjálpandi hond Neyðin er stór í Zimbabwe, sum liggur norðanfyri Suður-Afrika. Zimbabwe er tað landið í Heiminum, sum er ringast rakt av AIDS/HIV. 1 av 3 vaksnum er smittaður við hesi herviligu sjúku. Miðalaldurin í Zimbabwe er einans 37 ár. Uml. 1,5 miljónir børn eru vorðin faðir og móðirleys. Í Zimbabwe eru eisini nógv, sum eru sjúk av malaria. Danski Reyði Krossur hevur sett sær fyri at hjálpa 53.000 børnum, og Reyði Krossur í Føroyum ætlar at verða við til at veita hesa hjálpina til Zimbabwe. Hjálpin umfatar bæði mat, klæðir, teppir, skúlapengar, skúlabúna, heilivág, vitjan av sjálvbodnum Reyða Kross-fólkum, og hjálp til at finna familju. Somuleiðis verður talan um kunning til rættarstøðu, og møguleikar at leita sær hjálp, umframt stuðul og vegleiðing í tí dagliga. Føroyingar, ið vilja verða við til at hjálpa børnunum í Zimbabwe kunnu gera tað við at gjalda 125 kr. um mánaðin. Tað ber til at tekna seg sum stuðul hjá Reyða Krossi við at senda ein teldupost til jona@redcross.fo, ella við at ringja til fartlf.nr. 286312. Nakrar ferðir um árið verða stuðlarnir kunnaðir um hvussu gongst við hjálpararbeiðnum.