Veðrið var einki serligt fríggjadagin. Tað máttu suðuroyingar sanna, tá Smyril avlýsti túrin norður aftur seinnapartin. Og í Nólsoy var brimið so nógv, at sjógvurin skolaði tvørtur um byrgingarnar eystantil og førdi runu og grót við sær.
Tað eru eini fýra ár síðani, at hendan byrgingin var bygd, júst við tí fyri eyga at verja fyri fótbóltsvøllinum, og higartil hevur byrgingin virka eftir vild. Men so nógv var brimið fríggjakvøldið, at tað floymdi upp um byrgingina.
Sum myndirnar vísa er mest sum allur vøllurin undir í runu og gróti, og tað verður ikki bara sum at siga tað at rudda alt aftur.
Sum skilst er vøllurin tó ikki loysnaður, men í støðum liggur runan tíggju sentimetrar tjúkk. Menn frá Tórshavnar kommunu skuldu í dag fara at vita, um teir fáa rudda vøllin aftur, men tað sigur seg sjálvt, at trupult verður at fáa alla rununa upp, tí hon er eyðvitað sokkin niður í kunstgrasið.
Eisini kirkjugarðurin merkti til nógva uppgangin. Har er komin ein riva í garðin, so nógv hevur staðið á.