Eldraøkið verður størsta avbjóðingin komandi býráðnum!

   

Jógvan Thomsen., fólkaflokkurin
?????????

Í álitinum um eldraøkið, sum landstýrismaðurin í Almanna-og heilsumálum læt gerða (august 2002), framgongur, at økið í Suðurstreymi yvirhøvur er ringast fyri, tá hugsað verður um tørvsfullna í mun til búpláss. Harumframt staðfestir álitið, at tørvurin eftir 2004 helst fer at økjast munandi í mun til restina av landinum. Bætar eru gjørdir síðan 2002, harav nevnast kunnu heimið fyri minnisveik í Vallalíð og Tjarnagarður við tilbygningi. Tó er langt eftir á mál.
Tórshavnar Kommunu eigur tí í næsta valskeiði, at fáa framt tær íløgur í serstovnar og búpláss, sum eru neyðug, soleiðis, at tey, sum hava hjálp fyri neyðini framvegis kunnu hava ein nøktandi gerandisdag og eitt lív við innihaldi, hóast lívið er farið at halla.
Tá hesi viðurskifti eru fingin til vega, eigur Tórshavnar kommuna at virka fyri, at raksturin av eldraøkinum verður fluttur frá landinum til kommunurnar og skattabýtið ímillum land og kommunu tillagað samsvarandi. Tað fer at staðfesta, at ábyrgdin fyri teimum eldru liggur hjá kommununi og bert hjá kommununi.
Uppgávan hjá kommununi verður tá at taka avgerð um framtíðarbygna, tíðar-ætlan, fíggjarætlan og aðrir staklutir á eldraøkinum, so farast kann til verka undir skipaðum viðurskiftum.
Hetta er umráðandi, tí talan er um tíðandi peningaupphæddir, sum skulu til, fyri at røkka einum nøktandi tænastustøði á eldraøkinum.