Í morgun sæst nógv á olja uttan fyri Sundsverkið hjá SEV. Talan er, sambært SEV, um einar 50 litrar, sum av misgáum eru farnir á sjógv Tey flestu, ið hava koyrt til Havnar í morgun, hava sæð olju uttan fyri Sundsverkið. Roykurin er ramur, og oljan sæst eftir øllum fjørðinum, men sambært Finn Jakobsen, tekniskum stjóra hjá SEV, er talan í mesta lagi um 50 litrar av olju, ið eru farnir á sjógv.
- Tað sær nógv verri út enn tað er, og lotið liggur eisini soleiðis, at lukturin verður so ramur, tá oljan fordampar. Nú bíða vit so bara, til øll oljan er dampað, greiðir Finn Jakobsen frá.
Hann vísir á, at talan var um eina samanseting av menniskjaligum feilum og tekniskum feilum, ið høvdu við sær at oljan fór á sjógv.
- Vit skuldu pumpa olju frá goymslutanganum til dagstangan, og har var ein alarmur, ið ikki riggaði sum hann skuldi, og menninir løgdu ikki til merkis, at tangin gjørdist fullur, sigur Finn Jakobsen. Hann greiðir somuleiðis frá, at hetta er komið fyri fyrr.
Nú verður oljan, sum ikki er farin á sjógv tikin upp, og tá dagurin í dag er av, sæst ikki farvegur av oljuni, sum sær út at vera meira enn 50 litrar á fjørðinum.