venjaranum, at spælið koyrdi somikið væl. Eingin ivi er um, at Regina Rádo er ein stórur styrkur fyri vágsgenturnar. Hon hevur eitt gott eyga fyri spælinum, er kropsliga væl fyri og so hevur hon eina drønandi [...] eisini sjálvar, og eg veit ikki um tær byrjaðu at taka uppgávuna nakað lætt, men í øllum førum byrjaði Neistin nú spakuliga at kuta av leiðsluni hjá VB. Óluvá hitaði upp Um tað var við vilja, veit eg ikki [...] sjálvdrátti, og Regina Rádo, sum higartil hevði leikt framúr, sá nú út til at hugsa meira um, hvussu nógv mál hon kundi skjóta, enn hon hugsaði um liðið. Tað skal tó ikki takast frá neistakvinnunum, og serliga
kommunurnar ella til kommunalar eindir er øll almenn umsiting savnað í seks kongaríkir í høvuðsstaðnum. Hetta er miðsavning so tað stendur eftir. Til øll val, so langt aftur, sum minnið røkkur, hava samb [...] bygnaðarbroytingunum hjá Finn Norman Christensen. Og nú rullar kavabólturin. Meðan vit í tí gamla bygnaðinum høvdu eitt landsstýri og eina landsumsiting fá vit nú seks aðalstýrir og seks landsumsitingar. Almenni [...] sambandsflokkurin og fólkaflokkurin gramt seg um tann stóra almenna yvirbygningin. Teir hava eisini givið øðrum flokkum, eitt nú javnaðarflokkinum skuldina fyri, at almenna umsitingin hevur verið so stór og
føra hesi skip. Reiðari er Kristmund Johannesen. Tað er P/F M&S, sum eigur Kamb og P/F Regn, ið eigur Stapan. Mortan og Jákup búgva beint yvir av hvørjum øðrum á Eiði, og kappingin um størsta veiðivirðið hevur [...] og góðari manning, heilt úr lastini um maskinrúmið og upp á dekkið. Besta árið Mortan Mortensen sigur, at veiðivirðið hjá Kambi í ár er 17,6 miljónir krónur, og tað er hann væl nøgdur við. Kambur fiskaði [...] 16,5 miljónir krónur. - Árið í ár er hitt besta hjá okkum. Tað er serliga veiðan eftir longu og brosmu, sum hevur roynst væl. Høvdu vit ikki hendan fiskin at farið eftir, hevði ikki verið væl vorðið.
og Kanada, saman. Næsta ár er ætlanin at rógva síðsta strekkið úr Íslandi til Grønlands og Kanada. Men tað veldst um veðrið, tí teir eru fult greiðir yvir vandan at fara um Kappan við lítum árabáti. Ein [...] sum hin minniliga dagin í 2008, tá ið Ísland var farið á húsagang og eingin vildi hjálpa okkum. - So ringdi telefonin úr Føroyum við einum tilboði um lán. Tit vórðu ikki spurdir, men tit veittu okkum [...] og føroyskan kappróður. Men teir harmast um, at íslendingar ikki hava varðveitt gamla mentanararvin at rógva soleiðis sum føroyingar gera. Endamálið við ferðini er at knýta søguna hjá Noregi, Orkney, Føroyum
stilla. Men ikki kann eg lata vera við at hugsa tann tanka, at hetta er farið heilt av allari sømiligari leið, sum tað nú gongur fyri seg. Nú skal onnurhvør fyritøka og handil í landinum knappliga gera hetta [...] føroyingar í hesum døgum um at renna hvønn annan um koll fyri at sleppa at lata sum mest av neyðhjálp til teirra í Eysturlondum, sum veruliga hava hjálp fyri neyðini. Og tað er rætt og vakurt gjørt av [...] eg at halda uppá, at ein vemmiligur baktanki um bíliga reklamu fyri sær sjálvum og síni fyritøku liggur aftan fyri fleiri av hesum handilstiltøkunum, sum nú knappliga eru so umráðandi. Øll vilja sleppa
altíð hevur sagt við seg sjálvan, at skurðviðgerð er ikki vegurin fram. - Óansæð um tú fer undir skurðviðgerð ella ikki, ert tú noyddur at leggja lívið um, sigur Rúni Thomsen, sum ikki sær nakrar stórar [...] 13 ár, og eg var bangin fyri, at eg ikki slapp at síggja tey vaksa upp. Tað er jú niðursettar vónir fyri at livað eitt langt lív, tá ið man vigar so nógv, sigur Rúni. Seinastu árini hava mangir føroyingar [...] Facebook, og hevur soleiðis havt eina eyka drívmegi at halda fram. Nú hann hevur mist sløk 40 kilo í ár eru tey mong, sum skriva til hansara um hvussu hann hevur borið seg at. - Tað skal nógv til. Tú noyðist
høggi. Hetta er tann einasti av slagnum, sum er í Suðuroynni, og vit ætlaðu at menna hann enn meira. Men so skuldi ikki verða. Javnaðarflokkurin fekk tað vald hann bað um, og enn eitt framtak um okkara leiðir [...] fíggjar tað sum manglar í "Ábyrgdarloysi" er eitt hugtak, sum ofta verður nýtt í politikki. Orðið er munandi meira álvarsamt enn mangur gevur sær far um. Hinvegin er torført at finna nakað annað heitið fyri [...] Skúlin verður nú bræddur niður. Hann verður ein skerdur fuglur, ið als ikki fær tað flog yvir sær, sum vit ætlaðu honum. Vit høvdu játtað honum 6 mió.kr. hetta fíggjarárið, men teir hava nú skorið hann niður
tilsøgn um at fáa húsini á Dalavegnum 4 til leigu til endamálið. Tvey ára royndarverkætlan Ætlanin hjá Alzheimer felagnum er ein verkætlan, sum gongur yvir tvey ár og tað, sum liggur í kortunum, er, at Tórshavnar [...] býráðið og Landsstýrið um fígging til ætlanina. Sosiala nevnd hjá Býráðnum hevur mælt býráðnum til at samtykkja málið. Og landið er eisini sinnað at betala sín part, tí peningur er eisini settur av á fí [...] landið skal eisini betala sín part. Tilsamans er talan um eina ætlan sum kostar undir tríggjar milliónir hesi bæði næstu árini og talan verður sostatt um eina útreðslu uppá undir hálvaaðru millión tilsamans
áhugaverda er, um tingið góðtekur hetta, um tað gongur út yvir vælferðina í Føroyum. Tað haldi eg verða mest átrokandi mál júst nú, sigur tingmaðurin. Hann hevur fingið tilsøgn frá Landsstýrinum um at fól [...] sagt sína hugsan, áðrenn málið um fullveldi verður lagt fram fyri danir. ? Tað er avgjørt áhugavert at vita, hvat tingið fer at siga um málið. Góðtekur tingið uppskotið, so er í lagi, men samtykkir tingið [...] at royna at bøta um tað, sum samgongan kemur við, sigur Jens av Rana. Hann hevur seinastu tíðina havt fundir við Landsstýrið og serliga Høgna Hoydal, landsstýtrismann, um uppskotið um fullveldi. Sambært
nógv umrødd, er sømilig og røtt. Flestu hagapartar duga at skilja, at tað er neyðugt nú. Men at kasta seyðunum allan henda ”lort”, sum í uppskotinum stendur, er langt úti. Haldið tykkum til ferðslureglarnar [...] nar, koyrið eftir umstøðunum og gerið eitt floyt, tá ein ær fer yvir um vegin og lambið kanska aftaná. Seyðurin er so mikið at sær komin, at hann skilir boðskapin !!! [...] Sjálvandi skuldu vit mennast og byggja út. Men fara vit um ferðslunetið við skynsemi ? Skal tað eita, tá eitt óhapp hendir, at orsøkin var seyður á vegnum, um tað kanska eisini var orsøkin? Hví ikki siga tað