Seyðakjak

At geva seyðinum skyldina fyri bæði líkt og ólíkt í einum løgtingsuppskoti, ið nú liggur á tingborði,
haldi eg vera langt úti.

Hegn og stik skulu við hesum uppskoti, um tað verður samtykt, gera alt so nógv liviligari. Hesir ómælandi, ferføttu skapningar gera alt so tvørligt fyri føroyingar og fyri tey, sum búleikast aðrastaðni og ikki hætta sær at koma heim aftur vegna seyðaóskilið. Tað stendur í grundgevingini. Tað ljóðar bæði barnsligt og býttligt. Tað sker í oyruni.

At seyðurin skal elva til so nógv ”lort”, passar ikki. Tað verður nevnt í løgtingsuppskotinum, ið tingfólk úr samgongu og andstøðu hava sett fram, at seyðurin er til ampa og mangan orsøkin bæði til eitt og annað og til tað mest ræðuliga, - ferðsluóhapp. Tá danska tíðindakvinnan Line Baun Danielsen var her herfyri, hevði hon hoyrt, at føroyski seyðurin gekk og mól á flogvøllinum !!

Seyðurin hevur ”altíð” verið her. Tað kann skjalprógvast. Seyðabrævið kenna vit. Vit hava sálmar og sangir, har tikið verður til hann við jaligum vendingum. Yrkisbókmentir um seyð og seyðahald eigur neyvan nøkur onnur tjóð betri lýstan enn tann føroyska. Í okkara føgru bókmentum eigur hann eisini sítt pláss. Og vit taka íðuliga til tann góða heystar – og vetrarverðan, sum er nakað heilt serligt, ræsta kjøtið og rótasúpanin. Og oyggjarnar eru uppkallaðar, sigst, eftir hesum ómælandi, ferføttu kríatúrum, ið altíð hava havt frælsi í fjøllum og grønum líðum at lívbjarga sær í.

Men so komu ”seyðaoyggjarnar” til ta niðurstøðu, at vit skuldu hava vegir, tunlar og brýr. Sjálvandi skuldu vit mennast og byggja út. Men fara vit um ferðslunetið við skynsemi ? Skal tað eita, tá eitt óhapp hendir, at orsøkin var seyður á vegnum, um tað kanska eisini var orsøkin? Hví ikki siga tað bart út, - at koyrt var ikki eftir reglunum? Hámarksferð og tað verður yvirhøvur ikki hildið. Tað verður jabbað upp í saman at koyra eftir umstøðunum, men tað verður tað bara alt ov sjáldan. Koyrt verður púra svakt, - harur, tjøldur og másar, ja, hvørt um annað liggur javnan ”splattað” millum bygdir, og tað eru eingi onnur enn tey ferhjulaðu gummidekkini, ið orna tað. Seyður liggur eisini úti á vegjaðaranum lívleysur. Neyvan tí at hann gekk mitt á vegnum, men heldur tí, at ”deyðshóttanin”, bilurin, varð so mikið nógv løddur og slapp at gera bart. Hálkan skal sjálvandi eisini hava skyldina. Hon svarar heldur ikki aftur. Her manglar fyrilit, so tað stendur eftir í.

Kann í hesum sambandi eisini nevna hesar skjóttgangandi spitbátarnar, ið týna og drepa alt fuglalív í bjørgunum. Tað er ferð og tað náðileys, ið fær fastatøkur á tí ferðandi og feiar tann óhjálpna, verjuleysa, ómælandi skapningin burtur!!!

Vil gjarna taka undir við, at vetrarfriðing, ið nú verður so nógv umrødd, er sømilig og røtt. Flestu hagapartar duga at skilja, at tað er neyðugt nú. Men at kasta seyðunum allan henda ”lort”, sum í uppskotinum stendur, er langt úti.

Haldið tykkum til ferðslureglarnar, koyrið eftir umstøðunum og gerið eitt floyt, tá ein ær fer yvir um vegin og lambið kanska aftaná. Seyðurin er so mikið at sær komin, at hann skilir boðskapin !!!