Tá neistakvinnurnar sunnudagin fingu vitjan úr Vági, var spenningurin nakað væl størri, enn hann ofta hevur verið, tá hesi bæði liðini tørna saman.
Samstundis sum tað tykist sum um, at Neistin ikki hevur somu styrki, sum tær annars hava havt flestu av undanfarnu árum, so hevur VB í ár styrkt um hópin við útlendskum venjara, og hava tær ivaleyst verið rættuliga spentar upp á, hvussu leikur fór at ganga.
Byrjaðu væl
Vágsgenturnar byrjaðu eisini betur, og áðrenn nakar vardi, høvdu tær eina leiðslu upp á eini 3-4 mál, og varveittu tær leiðsluna soleiðis at hálvleikstøðan varð 10-7 til gestirnar.
Sum dystargongdin var í fyrra hálvleiki, so var helst eingin ivi, um at VB mundi fara avstað við øllum stigunum. Tær vóru betri og skjótari enn mótstøðuliðið í so at siga øllum støðum. Harumframt tóktist tað eisini sum um, at neistakvinnurnar fullkomuliga høvdu mist sjálvsálitið. Fleiri grundleggjandi tekniskir feilir vóru at síggja, og hetta førdi sjálvandi við sær, at tær so at siga ongantíð fingu spælt verjuna hjá vágbingunum tunna, við tað at ferðin gjørdist alt ov lág.
Hinvegin koyrdi VB liðið við fullari ferð, og tað var ikki minst takka verið venjaranum, at spælið koyrdi somikið væl. Eingin ivi er um, at Regina Rádo er ein stórur styrkur fyri vágsgenturnar. Hon hevur eitt gott eyga fyri spælinum, er kropsliga væl fyri og so hevur hon eina drønandi sterka høgru hond. Regina var tó sjálvandi ikki einsamøll á vøllinum, men fekk sera góða hjálp frá sínum viðleikarum. Serliga skaraður Gurið Mortensen og Arnleyð Krosslá butur úr, men sum heild koyrdi spælið hjá VB sera gott hesa løtuna.
Øktu leiðsluna
Tá farið varð undir seinna hálvleik, byrjaðu VB genturnar har, sum tær sleptu í fyrra, og tá knappir 10 minuttir vóru leiktir, var líkt til at dysturin var avgjørdur. VB hevði tá eina leiðslu upp á 14-8, og tað tóktist ikki vera nakar møguleiki hjá Neistanum at venda dystinum. Hetta hildu vágsgenturnar helst eisini sjálvar, og eg veit ikki um tær byrjaðu at taka uppgávuna nakað lætt, men í øllum førum byrjaði Neistin nú spakuliga at kuta av leiðsluni hjá VB.
Óluvá hitaði upp
Um tað var við vilja, veit eg ikki, men frá tí løtu at neistavenjarin, Rene Kristensen, setti Óluvá Djurhuus at hita upp, varð málið hjá Hildur sum gandað. Hon tóktist brádliga at hava tamarhald á øllum bóltum, og við Ingu og Katrin á odda í hinum endanum, fingu tær 5 mál á rað, áðrenn VB megnaði at svara aftur.
VB setti nú aftur ferð á, og líkt var til, at neistakvinnurnar høvdu nýtt ov nógvar kreftir í royndini at fáa javnvág í málskjótingina. Tá 10 minuttir vóru eftir at leika, hevði VB sostatt aftur fingið eina leiðslu upp á 4 mál, men við einum øðiligum endaspurti eydnaðist tað Neistanum at koma upp á 18-17, og tá VB samstundis fekk ein leikara útvístan seinastu 2 minuttirnar, varð nú knappliga líkt til, at Neistin skuldi strúka avstað við øllum stigunum.
Tá VB so brendi í næsta álopinum, tóktist Neistin at hava tamarhald á støðuni, men av ein hvørjari orsøk, mistu tær bóltin á veg í álop, og í mótálopinum kundi Rannvá Augustinussen seta bóltin framvið Hildur í málið til endaligu støðuna, javnleik 18-18.
Áttu at havt vunnið
Orðatakið sigur, at tú skalt ikki kanna tær bitan áðrenn hann er svølgdur, og høvdu vágsgenturnar havt hetta í huga, so tær ivaleyst farið suður aftur við 2 stigum. Trupulleikin tóktist vera, at tá tær tíðliga í seinna hálvleiki høvdu vunnið sær eina 6 mála leiðslu, byrjaðu tær at taka dekan ov lætt upp á uppgávuna.
Leikararnir spældu mest í sjálvdrátti, og Regina Rádo, sum higartil hevði leikt framúr, sá nú út til at hugsa meira um, hvussu nógv mál hon kundi skjóta, enn hon hugsaði um liðið.
Tað skal tó ikki takast frá neistakvinnunum, og serliga Ingu F. Danberg, at tær ongantíð góvu skarvin yvir, men alla tíðina stríddust alt tað tær vóru mentar, til tess at fáa nakað burtur úr dystinum.
Vístu nakað
Bæði liðini fingu tó víst eitt sindur sunnudagin. Vágsgenturnar hava í øllum førum sent eina ávaring til hini liðini, um at tær kunnu verða tungar at syfta í ár. Megna tær at taka uppgávuna í størri álvara í allar 60 minuttirnar, kunnu tær í hvussu so er geva øðrum liðum ein skarpan gang.
Neistakvinnurnar eru ikki so væl fyri, sum tær hava verið áður. Fleiri av teimum berandi kreftunum eru givnar, og onkur áskoðari helt skemtiliga fyri, at um neistakvinnurnar fluttu til vágs, hevði tað í hvussu so er hjálpt upp á barnsburðartalið har suðuri.
Tær fingu tó prógva fyri hinum liðunum, og ikki minst fyri sær sjálvum, at viljin ber verkið ein rættuligan fittan part av vegnum. Verður hugburðurin hin sami alt kappingarárið kann tað væl henda, at neistakvinnurnar hóast alt verða nakað drúgvari enn væntað.