Minnisveik
Táið tosað verður um eldrarøkt, verða tey minnisveiku oftani tikin fram, sum ein bólkur, ið krevur heilt serligar umstøður.
Men árið í ár verður eitt rættiligt frambrot fyri tey minnsveiku í Havn og teirra avvarðandi.
Ì ár lata nevniliga ikki færri enn tveir dagstovnar upp í Havnini, sum eru ætlaði minnisveikum og teirra avvarðandi.
Tað hevur fyrr verið frammi, at Tórshavnar Býráð ætlar at gera dagumlætting til minnisveik á Tjarnargarði, sum er gamla Marinustøðin.
Har verður pláss fyri 12 fólkum og tað letur upp í september.
Men nú hevur Alzheimer-felagið eisini tikið stig til at lata eina miðstøð upp í Havn fyri minnisveik og teirra avvarðandi.
Eisini á tí heiminum verða pláss fyri umleið 10 fólkum.
Felagið hevur søkt býráðið og Landsstýrið um fígging til ætlanina. Sosiala nevnd hjá Býráðnum hevur mælt býráðnum til at samtykkja málið. Og landið er eisini sinnað at betala sín part, tí peningur er eisini settur av á fíggjarlógini hjá løgtinginum til endamálið.
Tað einasta, sum kundi broyta tað, er at Løgtingið feldi málið, tá ið fíggjarlógin fekk sína seinastu og endaligu viðgerð seinnapartin í gjár, eftir at blaðið var farið til prentingar.
Men tað var tó ikki væntandi.
Sigrún Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum, sigur, at felagið hevur bæði hús og starvsfólk tøkt til sína ætlan.
Hon sigur, at verður ætlanin góðkend, hevur felagið fingið tilsøgn um at fáa húsini á Dalavegnum 4 til leigu til endamálið.
Tvey ára royndarverkætlan
Ætlanin hjá Alzheimer felagnum er ein verkætlan, sum gongur yvir tvey ár og tað, sum liggur í kortunum, er, at Tórshavnar Kommuna og landið betala hvør sína helvt. Býráðið fer at taka endaliga støðu til málið seinni, men sosiala nevnd hevur mælt til at samtykkja tað, so tað verður tað allarhelst. Og hendi ikki okkurt heilt óvæntað, samtykti løgtingið seinnapartin í gjár, at landið skal eisini betala sín part.
Tilsamans er talan um eina ætlan sum kostar undir tríggjar milliónir hesi bæði næstu árini og talan verður sostatt um eina útreðslu uppá undir hálvaaðru millión tilsamans til landið og kommununa í part.
Ætlanin er at byrja beint eftir summarfrítíðina.
Bróta upp úr nýggjum
Serliga spennandi er ætlanin hjá Alzheimerfelagnum, tí felagið sigur, at tað tiltakið, tey fara undir, er at bróta upp úr nýggjum á hesum øki.
Talan er um eina tvey ára royndarverkætlan og ætlanin er at leggja úrslitið av royndini
fram á norðurlendskum Alzheimer - fundi í Føroyum í 2006, tá ið føroyska Alzheimerfelagið verður vertur.
Sigrún Mohr sigur, at endamálið hjá felagnum er at lata upp eina miðstøð fyri minnisveik og avvarðandi.
Hon sigur, at ein partur av hesi miðstøðini verður eitt dagheim, har pláss verður fyri umleið 10 fólkum.
Men ætlanin er eisini at hava eina ráðgeving í húsinum, bæði fyri avvarðandi og fyri fakfólk.
Í vikuskiftunum er ætlanin av kafé skal vera í húsunum, har
At enda er ætlanin at hava ein samskipara við serligari útbúgving at vera um minnisveik og teirra avvarðandi knýttan at heiminum.
Men hesin samskiparin skal eisini fara til húsar hjá fólki, har minnisveik búgva, at ráðgevaog vegleiða.
? Endamálið við húsinum er at geva minnisveikum fólki eitt veruligt innihald í lívinum, tí ætlanin er eisini stimbra tey við serligari røkt og sostatt er hetta eisini eitt tiltak, sum fer at gera, at minnisveik kunnu vera longri heima.
? Men endamálið er eisini at hetta skal vera ein umlætting hjá teimum avvarðandi at minnisveikum, tí at vera avvarðandi hjá einum minnisveikum er 24- tíma arbeiðið hvørt einasta samdøgur og tí er tað ómetaliga krevjandi.
Hon sigur eisini, at støðan á økinum er sera vánalig.
? Tað er ruðuleiki á økinum. Tað standa eini 150 fólk á listanum yvir tey, sum hava bráðneyðugan tørv á røktarheimsplássum og mett verður, at ein fittur partur av hesum eru minnisveik, tó at vit ikki kenna talið.
Hhvørja lagnu miðstøðin fær, tá ið royndartíðin er liðug í 2006, verður tikið upp tá.