Triðja árið á rað eru línuskipini, Kambur og Stapin, bestir í veiðivirði.
Tað eru skipararnir og eiðismenninir, Mortan Mortensen og Jákup E. Eidesgaard, sum føra hesi skip. Reiðari er Kristmund Johannesen. Tað er P/F M&S, sum eigur Kamb og P/F Regn, ið eigur Stapan.
Mortan og Jákup búgva beint yvir av hvørjum øðrum á Eiði, og kappingin um størsta veiðivirðið hevur staðið millum teir báðar og manningar teirra hesi seinastu árini.
Mortan hevur ført línuskip, síðan hann í 1988 var 27 ára gamal. Jákup E. Eidesgaard hevur eisini drúgvar royndir sum línuskipari. Báðir eru teir nærlagdir menn - við góðum reiðara og góðari manning, heilt úr lastini um maskinrúmið og upp á dekkið.
Besta árið
Mortan Mortensen sigur, at veiðivirðið hjá Kambi í ár er 17,6 miljónir krónur, og tað er hann væl nøgdur við.
Kambur fiskaði fyri 12 miljónir í 2009, slakar 16 í 2010 – og í fjør var veiðivirðið 16,5 miljónir krónur.
- Árið í ár er hitt besta hjá okkum. Tað er serliga veiðan eftir longu og brosmu, sum hevur roynst væl. Høvdu vit ikki hendan fiskin at farið eftir, hevði ikki verið væl vorðið.
Í apríl og mai í ár fiskaði Kambur háv.
Eisini upsi
Vit spurdu eisini skiparan, um upsi hevur verið ein partur av veiðini í ár.
- Jú, vit hava gjørt túrar á longu-og brosmuveiði í ár, har vit hava fingið upp í eini 20-30.000 pund av upsa.
Mortan sigur, at upsin serliga hevur tikið, meðan teir hava drigið, og hann heldur, at fiskurin líka so væl hevur tikið beran húk sum húk við agni á.
Hann heldur, at tað avgjørt hevur havt sín týdning í veiðini eftir longu og brosmu, at norskir línubátar ikki hava fiskað í føroyskum sjógvi seinstu tvey árini, nú Føroyar og Noreg ongan sínámillum fiskiveiðisáttmála hava havt.
- Eg ivist onga løtu í, at hetta hevur havt sín týdning, sigur Mortan.
Ávís útskifting
Skiparin á Kambi sigur, at fleiri av manningini við Kambi eru teir somu, sum hava verið við skipinum seinnu árini, men hann ásannar, at ein ávís útskifting kortini hevur verið.
- Jú, nakrir mans eru farnir, og aðrir eru komnir umborð, men fleiri eru teir somu, sigur Mortan Mortensen.
Tað skal meiri enn góður reiðari og góðir skiparar til at røkka so frægum úrslitum, sum Kambur og Stapin hava rokkið hesi seinnu árini, skipini hava ligið í oddinum innan føroyska línuveiði.
Bæði skipini hava dugnaligar manningar sum vita, hvussu tingini skulu gerast, og hvussu frægast fæst burturúr.