Landsumsitingin verður fleirfaldað

Nógv bendir á, at bygnaðarbroytingarnar í landsumsitingini fara at føra við sær, at samfelagsbúskapurin verður rendur um koll. Almenni yvirbygningurin verður alt ov stórur í mun til hvat framleiðslan er og verður ment at bera

Sambands- og fólkaflokslandsstýrið hjá Edmund Joensen og Anfinn Kalsberg hevur lagt eitt støði, sum eftir stuttari tíð førir við sær, at landsumsitingin verður fleirfaldað.

Hvørja ferð vit kaga í bløðini, lesa vit starvslýsingar, har søkt verður eftir stjórum av ymiskum slag, til tey seks aðalstýrini í tí nýggja bygnaðinum, sum tann av løgmanni útvaldi danski embætismaðurin, Finn Norman Christiensen legði til rættis.

Seinast var tað Almanna- og Heilsumálastýrið, sum hevði slíkar lýsingar í bløðunum, og har varð søkt eftir einum skrivstovustjóra, einum fíggjarstjóra og einum starvsfólkastjóra. Frammanundan hevur Almanna- og Heilsumálastýrið ein aðalstjóra, nakrar fulltrúar og fleiri skrivstovufólk.

Í tí gamla bygnaðinum var ein skrivstovustjóri fyri alla landsumsitingina. Har var ein fíggjar- og búskapardeild at taka sær av øllum fíggjar- og búskaparmálum hjá landsstýrinum og umsitingini. Og har var ein starvsfólkaleiðari at taka sær av øllum starvsfólkaviðurskiftunum í landsumsitingini.

Orsøkin til, at javnaðarflokkurin fór úr samgonguni fyri skótt tveimum árum síðani var, at flokkurin ikki vildi gloypa bitanum hjá danska embætismanninum, uttan at vit fyrst sluppu at tyggja bitan. Vit bóðu um, at uppskotið til nýggjan bygnað í landsumsitingini varð viðgjørt út í æsir, bæði í landsstýrinum og í samgonguni.

Men her hjálpti ongin góða mamma. Javnaðarflokkurin varð settur upp ímóti múrinum og fekk byrsumúlan fyri pannuna. Antin skuldi flokkurin taka undir við uppskotinum sum tað var ella kundu vit bara finna hurðina. Javnaðarflokkurin gjørdi tað seinna. Hetta gjørdu vit í teirri vón, at løgtingsval í ótíð spurdist burtur úr, og at bygnaðarbroytingarnar harvið vórðu útsettar.

Men so var ikki. Fólkaflokkurin var til reiðar at bjarga bæði samgonguni hjá Edmund Joensen og bygnaðarbroytingunum hjá Finn Norman Christensen. Og nú rullar kavabólturin. Meðan vit í tí gamla bygnaðinum høvdu eitt landsstýri og eina landsumsiting fá vit nú seks aðalstýrir og seks landsumsitingar.

Almenni yvirbygningurin gerst so stórur, at hvørki vinnan ella fólkið, eru ment at gjalda hesa máttmiklu umsiting í høvuðsstaðnum. Ístaðin fyri at leggja partar av almennu umsitingini út til kommunurnar ella til kommunalar eindir er øll almenn umsiting savnað í seks kongaríkir í høvuðsstaðnum. Hetta er miðsavning so tað stendur eftir.

Til øll val, so langt aftur, sum minnið røkkur, hava sambandsflokkurin og fólkaflokkurin gramt seg um tann stóra almenna yvirbygningin. Teir hava eisini givið øðrum flokkum, eitt nú javnaðarflokkinum skuldina fyri, at almenna umsitingin hevur verið so stór og so kostnaðarmikil.

Men vavið og kostnaðurin av teirri umsitingini, sum var hjá tí almenna, áðrenn sambandsflokkurin og fólkaflokkurin settu skjøtil á, var sum ein dropi í havinum. Teir hava gjørt júst tað sum teir øll árini hava skuldsett aðrar flokkar, eitt nú javnaðarflokkin, fyri at gera.

Tað verður áhugavert at vita, hvønn dóm veljarin, sum skal gjalda hetta gildi hjá sambandsflokkinum og fólkaflokkinum, fer at fella yvir hesar báðar flokkarnar. Veljarin fær orðið tann 30. apríl og vónandi fer hann harðliga at átala slíkan politikk.


Tann 6. apríl 1998

Vilhelm Johannesen