úrslitum. Venjarin sigur, at tað er týdningarmikið, at góðu úrslitini koma, tá landsliðið skal spæla í EM undankappingini seinni í ár. Men hóast hesa útsøgnina, so skal eingin billa sær inn, at venjarin er nøgdur [...] næstbestu deildini í Russlandi, og dysturin varð spældur í Deportotivo. Fótbóltsárið hjá russarum er tað sama sum tað er hjá føroyingum. Hesa tíðina á árinum fyrireika teir seg til eitt nýtt kappingarár, og [...] Síðani eftir midnátt hóskvøldið hava Allan Simonsen og hjálparmenninir hjá honum verið í Cádiz í Spania saman við nítjan evnum til landsliðið. Leygardagin royndu teir seg fyri fyrstu ferð í dysti. Teir
í Spania. Janus Berthelsen stóð í málinum hjá strandingum og kom eftir umstøðunum væl frá uppgávuni. Hjá KÍF noyddist Óla Kristian, sum stóð sera væl móti H71 eina viku frammanundan, at gevast nakað inni [...] deild hjá monnum í ár, skulu vit heilt niður á 4. pláss, áðrenn vit finna ein hjá StÍF ? Artur Johansen við 135 málum. Eitt gott dømi um, at StÍF hevur nógvar spælarar, sum duga at skjóta mál. Hjá KÍF var [...] stórsigur á H71 í Vestmanna, og á sínum gamla »heimavølli« á Skála sunnudagin fylgdu teir væl við meginpartin av dystinum. Málmenninir vóru í miðdepulinum í høllini á Skála sunnudagin. Hjá StÍF sat Johan
eisini lættari hjá Neistanum, sum hevði spælt við mansverju av Áka og annars defensivari verju, at verja fyri VÍF-álopunum. Vestmenningar, sum annars vanliga dúva nógv uppá langskotini hjá Áka og Sámal, [...] komu í fyrra hálvleiki. Hann byrjaði eisini seinna hálvleik við at økja til 16-9, men so steðgaði upp hjá honum, tá vestmenningar fóru at mansverja hann. Skerdir Annars fekk fyrri hálvleikur ein rættiliga [...] minuttir, men hin dómarin, sum stóð longri burtur, hevði reyða kortið á lofti, og so var leikluturin hjá Áka yvirstaðin. Vestmenningar vóru ikki sørt ónøgdir við hetta, og sum vera man kom tað illa við at
H71-Tjaldur 34-31 (14-19) Botnliðið Tjaldrið kom til Havnar við bert átta monnum, men kortini var nær við, at teir tóku stig frá H71, sum er nummar tvey, men sum fyrr hevur havt trupulleikar av lægru liðunum [...] hjálpti ikki. Halgir Dal Olesen kom betur við í álopspartinum hjá H71, enn hann hevði verið í fyrra hálvleiki, og tað vísti seg at vera nóg mikið hjá hoyvíkingum, sum nú høvdu fleiri hóttanir útifrá, enn Tjaldrið [...] dysturin vendi. Í hinum endanum kom Ragnar Mouritsen í H71-málinum væl við, samstundis sum skotini hjá útiliðnum blivu meira ókonsentrerað. So líðandi fekk H71 yvirvágina, og tá Anfinn Debes í 12. minutti skoraði
Hvørki hjá monnunum ella kvinnunum var oddaliðið í dysti hetta vikuskiftið, men úrslitini lagaðu seg væl fyri tey bæði liðini hjá Kyndli, sum nú eisini er greiður favorittur at vinna kappingina hjá monnunum [...] framvegis rættiliga opin, men ósigurin hjá VÍF á heimavølli móti Neistanum ger, at teir framvegis eru fimm stig aftanfyri Kyndil, nú bæði hesi liðini hava spælt sjey dystir. H71 fekk ein hvøkk móti Tjaldrinum [...] skilagóðum spæli setti føroyameistararnar upp á pláss. Kyndil er tvey stig frammanfyri næsta liðið, sum er H71, og teir hava spælt ein dyst færri enn grannarnir úr Hoyvík. Komandi sunnudag spælir Kyndil móti Neistanum
ímóti, og tí taptu tær eisini annað sett. Men tað var ikki meiri enn so tá tað til stykkis kom. Venjarin hjá Fleyr gjørdi nakrar útskiftingar sum annað sett leið, tí hann kendi á sær, at nú var støðan trygg [...] Fleyr a-TB a 3-0 (15-11, 15-13, 15-11) Tað er rættiliga komið ferð á spælið hjá Fleyr í seinastuni. Tær høvdu ilt við at fóta sær móti sterkaru liðunum, hóast dystirnir vóru javnir til tíðir. Men brádliga [...] umfari, tí tær høvdu við sær, at TB kom afturíaftur í øðrum setti. Tær nærkaðust Fleyr so mikið at venjarin fór aftur til upprunauppstillingina og tað var nóg mikið til at koyra settið heim. Fleyr vann annað
munur í triðja setti Aftanfyri 2-0 móti meistarunum valdi venjarin hjá Fleyr at gera nakrar broytingar, sum m. a. høvdu við sær, at leikandi venjarin, Klæmint Isaksen, sjálvur fór út á beinkin at sita. Pauli [...] Fleyr ? ÍF a 0-3 (13-15, 11-15, 5-15) Meistararnir í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum eru funnir. Sum væntað, næstan síðan kappingin byrjaði, varð tað ÍF a, sum tryggjaði fyrsta meistaraheitið til F [...] dystin best, so vístu fuglfirðingar, at teir eru framúr knáir, tá teir eru aftanfyri. Móttøkuspælið hjá ÍF var einki at reypa av í byrjanini, men teir berjast altíð fyri at koma afturíaftur, og á ein hátt
mánakvøldið ? verður nógv tosað um at fáa hann á landsliðið. Danski venjarin, Bo Johansson, er áhugaður, og komandi vikuskifti fer hjálparvenjarin hjá honum, Flemming Serritslev, niður til Hollands at kanna, um
tað eydnaðist akkurát ikki hjá Una at skora. Liðið Hesa ferð vóru sekstan spælarar á vøllinum. Útgangsstøðan var aftur hesa ferð 4-4-2, og uppstillingin ber boð um, at venjarin vildi royna onkrar spælarar [...] einki at ivast í, at Jens Martin aftur fer at fáa møguleikan í dag. Tað sær eitt sindur truplari út hjá Óla Johannesen og John Hansen. Hin fyrri hevur verið plágaður av vøddaskaða, og tað hevur higartil
at bæði venjarin, spælararnir, hini, sum eru við á venjingarleguni, ábyrgdarpersónarnir í Fótbóltssambandinum og allir fótbóltshugaðir føroyingar ógvuliga fegnir vilja vinna móti Andorra, sum hjá FIFA er [...] hevur venjarin givið øllum spælarunum møguleikan at royna seg. Hann hevur eisini gjørt onkra nýggja roynd, og tað er t.d. áhugavert, at hann hevur roynt Jóhannes Joensen í miðverjuni. Venjarin hevur altíð [...] er einki at ivast í, at venjarin fer at geva Sámali Joensen møguleikan. Sámal var fyrstu ferð á landsliðnum, tá Føroyar síðst spældu venjingardyst, og síðani tá hevur venjarin havat eitt gott eyga til