Strandingar aftur á slóðina

Hondbóltur: StÍF sær út til at hava funnið kósina aftur eftir ein lítlan túr í aldudalinum

StÍF-KÍF 33-22 (13-11)


Fyri nøkrum vikum síðani var StÍF best spælandi lið í 1. deild hjá monnum, og fyri nógv var liðið av Strondum eitt upplagt boð upp á ein føroyameistara.

Síðani er gingið illa í hond, og liðið tapti tríggjar dystir á rað ? steypafinaluna móti VÍF og móti Neistanum og Kyndli í landskappingini. Men nú sær út til, at StÍF hevur funnið røttu kósina aftur. Næstseinasta leygardag vundu teir burtur úr Neistanum, og sunnudagin vunnu teir aftur greiðan sigur, hesaferð móti KÍF.

Kollfirðingar hava sjálvir staðið fyri fleiri góðum úrslitum í ár, m.a. stórsigur á H71 í Vestmanna, og á sínum gamla »heimavølli« á Skála sunnudagin fylgdu teir væl við meginpartin av dystinum.

Málmenninir vóru í miðdepulinum í høllini á Skála sunnudagin. Hjá StÍF sat Johan Danielsen uttanfyri við skaða, og hin málverjin, sum eitur Henning Jarnskor, er við fótbóltslandsliðnum í Spania. Janus Berthelsen stóð í málinum hjá strandingum og kom eftir umstøðunum væl frá uppgávuni.

Hjá KÍF noyddist Óla Kristian, sum stóð sera væl móti H71 eina viku frammanundan, at gevast nakað inni í dystinum vegna skaða.

Tað gekk javnt á so at siga allan vegin. KÍF var eitt skifti á odda 6-4, men fáa minuttir seinni var støðan vend, so StÍF var frammanfyri 10-8. Hálvleiksstøðan var 13-11 til heimaliðið.

Í byrjanini av seinna hálvleiki hótti StÍF við at rýma frá kollfirðingum. Teir komu upp á 17-12, áðrenn langt var umliðið. Men KÍF fekk fatur á endanum aftur. Teir komu upp á 19-19, men so glapp aftur. Næstu fýra minuttirnar brúktu strandingar til at leggja seg framum 22-19, og tá Elias Hansen, sum í seinna hálvleiki var munurin á liðunum, skoraði til 25-20 við sjey minuttum eftir, var dysturin avgjørdur. Elias skeyt seks mál í dystinum, og øll komu í seinastu níggju minuttunum!

Móti endanum, at KÍF noyddist at satsa, skolaðu málini inn, so StÍF at enda vann so nógv sum 33-22. Eitt eitt sindur misvísandi úrslit, men er tað nakað, StÍF-liðið dugir, er tað at skjóta mál, sum vit eisini hava sæð fleiri ferðir fyrr í ár. Liðið hevur skotið 606 mál í 20 dystum, og er tað 30,3 mál í miðal pr. dyst. Um vit so hyggja eftir, hvørjir fimm hava verið raskastir at skjóta mál í 1. deild hjá monnum í ár, skulu vit heilt niður á 4. pláss, áðrenn vit finna ein hjá StÍF ? Artur Johansen við 135 málum. Eitt gott dømi um, at StÍF hevur nógvar spælarar, sum duga at skjóta mál.

Hjá KÍF var Eddi Joensen greiður toppskorari við 10 málum. Kollfirðingar hava ikki so nógv eftir at spæla fyri, men kunnu eins og Neistin lættliga oyðileggja nógv fyri hini liðini.