ikki fara undir arbeiðið fyrr enn tað er avgreitt frá okkum. Vit skulu geva loyvi til tað sum fer fram. Tað eru vit, sum gera av, um tað er eitt byggimál ella ikki. Og tað hava vit tvíhildið um alla tíðina [...] hvussu langa tíð tað tekur, áðrenn tað verður liðugt. Tað er stórur vandi fyri, at søgan endurtekur seg í Kirkjubø og tí taka vit stór fyrivarni, tá ið teir fara í gongd. Tað tekur altíð longri tíð enn teir [...] avleiðingarnar av. Vit taka ta tíð tað tekur at viðgera málið, sigur Annfinn Brekkstein. Tað merkir, at Fornminnissavnið ikki sleppur í holt við arbeiðið í summar. Tað mugu teir svara fyri, sigur Annfinn
mínir hildu lítið um at eg fór ó Meinigheitshúsið, so var tað tó eitt, sum eg veruliga gleddist um. Tað var at hoyra boðskapin um Kristus boðaðan. Tað var sum segði hann mær nakað fyri fyrstu ferð. Eg fekk [...] gera sum vaksin, var trúboðari óivað eitt av tí seinast, ein hevði gitt. Tó so lívið hann livdi, var ikki verri enn hjá øðrum, um ein sær tað í Jesu eygum, sum Heri sigur. Men kortini var tað sera tungt at [...] Kortini tekur Heri tað ikki, sum at hann skal liva upp til sítt navn. Tað letur hann Gud um. ? Tað er stuttligt, at navnið á mær hevur ein positivan týdning. Men í einum øðrum máli kundi tað óivað havt mótsatta
Summum dámar tað væl, meðan onkur ikki dámar tað so væl. Tað eru eisini nøkur, sum eru í so glað fyri tað. Men tað eru eisini onnur, sum hata tað. Tað fær ikki verið øðrvísi. Men skotar eru sera stoltir [...] stoltir av tí. Teir elska tað - fyri at siga tað sum tað er. Tað er whisky vit tosa um. Whisky, sum tað verður gjørt í Skotlandi. Í landinum har tað var uppfunnið. Har siga tey, at tey einastu í heiminum, sum [...] sær sjálvum at bryggja og tað vita teir sum framleiða whisky. Og tað er eisini ein kunstur at fáa tað at smakka, sum tað »eigur«. Ymiskt er hvør gómin smakkar tað, men tað eru so nógvir framleiðarar í Skotlandi
halda, at tað hevði ikki verið meiri enn rætt og rímiligt, at teir fingu ein grindabita eyka fyri tað. Tað heldur Johan Michael Strøm eisini. Eg vænti ikki, at teir gera hetta oftani, tí tað kostar teimum [...] høvdu nú slokt botnin á kagganum. So mikið søtari mundi tað ljóða, tá ið Michael samstundis boðaði frá, at talan var um rættiliga fitt av grind. Hann var farin út at rógva um átta tíðina mikumorgunin við báti [...] aðrir bátar vóru langt síðani farnir til útróðrar og vóru nógv longri úti. Men táið bátarnir vóru komnir, gekk tað heilt gott at reka hana. Tað eina strekkið inn eftir Hvalbiarfjørði gekk hon yvir 9,5 fjórðingar
og drakk. Tað var faktiskt einki skil í lívinum hjá mær tá. Eg spældi í Kagganum og Mimir og royndi at sutta uppá navnið Føstufressar, og so var tað bara eg sum spældi og eingin annar. Tað var bara nakað [...] ongantíð, og eg var illa fyri. Nei, nei tað var ikki ein góð tíð. Kanska var hon góð á tann hátt, at eg gjørdi nógv løg og hevði eitt heimastudio og fekk nógv burtur har. Í 1994 var var Terji í Svøríki [...] allan dagin og spældi alla tíðina í langa tíð. Tað var ferð á alla somlu tíðina, tað ljóðaði ofta illa, eg sang falskt, og so bleiv tað bara ov nógv. ? Eg var illa fyri sálarliga, mátti bara steðga, sæt og
er tað altíð ein fragd at koma aftur til Føroya. At síggja hesar vøkru oyggjar summarklæddar, at hoyra fuglarnar syngja og ikki minst hoyra havið anda tungan og aldurnar tutla inni við land! Tað er eisini [...] nýttar til at njóta tað stóra, fjølbroytta úrvalið av konsertum á Summartónum. Her er møguleiki at hoyra føroyingar og útlendingar framføra føroyskan og útlendskan tónleik á altjóða støði. Tað hevur eisini verið [...] Vegna tess at høvuðsevni er »útjaðaraøkini í Europa«, hildu fyrireikararnir tað vera áhugavert at hoyra, hvørja ávirkan tað hevur havt fyri tónleikin, at tónaskaldið er uppvaksið á slíkum stað. Soleiðis
kann tað vera ein trupulleiki. Onkur av teimum hevur enntá staðið eftir, og sluppu ikki við ferjuni fyrr enn næsta túr, sjálvt um tey vóru millum tey fyrstu, sum høvdu stillað seg í røðina - men tað var [...] stillað seg í. Ikki plága borgarnar meir Spurningurin um hvør hevur ábyrgd av at at tað verður strikað upp hevur samband við tað nógva kjakið sum hevur verið, um hvør skal gjalda ferjulegurnar. Nakrar kommunur [...] bara slonkt aftur í høvdið, at tað er okkara høvuðpína, sigur Jón. Kommunan fær einki burturúr íløguni Jákup Tróndheim er limur í bygdarráðnum í Leirvík, og eitt tíðarskeið var hann eisini bygdaráðsformaður
nýtslu. Tað er hon sum bindur Sæland og Fjón saman. Ella, sum danir fegnir siga tað, »den der gør Danmark mindre«. Brúgvin hevur júst tað endamál, at gera Danmark »minni« og lættari at ferðast í. Og tað styttir [...] Skotlandi høvdu teir eisini sama trupulleika. Tað var ov langt at ferðast, tá ein skuldi um Firth of Forth, og tað vildu teir fegnir gera nakað við. Ella tað vildi hon - Queen Margareth. Í 1100-talinum. [...] fjørðurin er smælstur, so hevur tað verið ein rættiliga stór uppgáva at fáa hana upp at hanga. Og tað vísir tíðarbilið, sum tað tók at gera brúnna eisini. Sjey ár tók tað at gera hana lidna, men tá stóð
søgurnar um at tað var fiskasølan, sum fekk stovnsett hann. Tað var tað ikki. Men hóast Birgir ikki er stjóri á Fiskasøluni longur, so hevur hann metingar um framtíðina kortini og rúmd var eisini fyri teimum [...] degnum. Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri, sigur, at eini 200 fólk mundi verða inni á gólvinum. Eingin útlendingur var við, men tað var tað ein náttúrlig frágreiðing til, sigur Hans Jóhannes á Brúgv. ? Ein móttøka [...] í topp og tað er eftirspurningurin eisini. Men tað er ein sannroynd, at umstøðurnar í Føroyum eisini eru broyttar. Búskaparráðið segði í árligu frágreiðing síni, at okkara kappingarførið var batnað munandi
Handverksmeistara tað. Og harafturat visti Landsstýrið tað. Allir partar vistu tað. men kortini velja meistararnir at misbrúka støðuna til at gera ein sáttmál við teir, sum teir vita tað er lættast at gera [...] Havnar Handverkarafelag. Tað, sum handverkarar í Havn serliga eru misnøgdir við, er, at tað er ein fýra ára sáttmáli. Annars plaga sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ikki at vara longri enn tvey ár, onkuntíð [...] felag, eftir at allar aðrar royndir at loysa málið eru miseydnaðar Tað er so groft, tað, sum er hent, at vit hava skyldu, eisini moralska skyldu, til at stevna, sigur formaðurin í Havnar Handerkarafelag