? Whisky er ein stór inntøkukelda

Tað skuldi ikki verið neyðugt at sagt tað, men whisky stavar frá Skotlandi og tí eru skotar sera stoltir av. Men teir drekka minsta partin av tí sjálvir. Heili 80 prosent av »lívsins vatni« fer til útflutnings. ? Whisky er ein stór inntøkukelda fyri búskapin, siga skotar

Summum dámar tað væl, meðan onkur ikki dámar tað so væl.

Tað eru eisini nøkur, sum eru í so glað fyri tað. Men tað eru eisini onnur, sum hata tað. Tað fær ikki verið øðrvísi.

Men skotar eru sera stoltir av tí. Teir elska tað - fyri at siga tað sum tað er.

Tað er whisky vit tosa um.

Whisky, sum tað verður gjørt í Skotlandi. Í landinum har tað var uppfunnið.

Har siga tey, at tey einastu í heiminum, sum duga at gera whisky eru skotar og eingin annar.

Whisky verður framleidd í einum ótalið av londum í dag. Enntá japanar eru farnir at framleiða hesar, fyri skotar, gultu dropar.

Men tað verður ongastaðni gjørt so væl sum í Skotlandi - siga skotar.

Tað er líka so vist, sum at skotar ganga í kilti.


At bryggja er ein

kunstur í sær sjálvum

Orsøkin til at skotskt whisky er nakað heilt serligt er vatnið, siga skotarnir.

Tað er nakað í tí, sum ger, at tað verður roknað, sum lívsins vatn.

Og so er tað sjálvandi eisini tann mátin, sum bryggjarin arbeiðir uppá, siga teir.

Tað er ein »kunstur« í sær sjálvum at bryggja og tað vita teir sum framleiða whisky.

Og tað er eisini ein kunstur at fáa tað at smakka, sum tað »eigur«.

Ymiskt er hvør gómin smakkar tað, men tað eru so nógvir framleiðarar í Skotlandi, at har skuldi verið okkurt fyri einhvønn smakk.

Møguleikarnir eru nógvir. Onkur slagið er merkt av brendum torvi.

Okkurt annað av at tað er framleitt úti á oyggjum við vesturstrond Skotlands. Tey sløgini smakka av saltvatnið, siga teir - líka veit eg.


Ein rimmar inntøkukelda

Hóast ikki øllum dámar slagið, so er tað ein sannroynd, at whisky er ein rimmar inntøkukelda fyri skotska búskapin.

Tað er nevniliga so, at skotar sjálvir drekka minsta partin av tí whiskynøgd teir framleiða.

Av samlaðu nøgdini útflyta skotar nevniliga heili 80 prosent.

Hetta gevur ikki so lítið í kassan heldur.

Útflutningurin av hesi vátu vøru, kom sambært ferðaleiðara okkara upp á ikki minni enn 2.200 mió. bretsk pund í 1997. Hetta svarar til 22 mia. føroyskar krónur.

So tað var kanska brennivínsframleiðslu føroyingar skuldu farið undir, heldur enn at bora eftir olju ....

Oljuframleiðslan dálkar í hvussu er nógv meir enn hin ger.


Telduídnaðurin størst

Fyri at gera tað greitt, so útflyta skotar ikki bara whisky. Hóast tað er ein stór vinna, so er hon ikki størst - minni enn so.

Skotar útflyta, sum verða mann rættiliga nógva olju. Eisini útflyta teir seyðakjøt og vørur úr seyðaull, so eisini her hava føroyingar nakað at læra av skotum.

Men tann størsta útflutningsvinnan í Skotlandi er tó hvørki whisky, olja ella seyður.

Tað er nevniliga skotska telduvinnan, sum hevur størstu framgongdina í hesum døgum.

Umstøðurnar hava lagað tað so, at Skotland er vorið eitt sera áhugavert land fyri alheims teldufyritøkur, og tí hava fleiri eysturlendskar teldufyritøkur fingið sær europeiska miðstøð í Skotlandi.

Men kreppan í fjareystri merkist nú eisini í Skotlandi.

Stutt frá motorvegnum uttanfyri Dunfermline stendur eitt stórt skeltið við áskriftini:

»Dunfermline bjóðar Hyundai vælkomnum«.

Eysturlendska fyritøkan bygdi bygningin fyri fáum árum síðan fyri eina heila milliard, men hann verður ongantíð tikin í nýtslu, orsakað av kreppuni í Fjareystrið.

Gud vitið um tað mann hava fingið fylgjur fyri nakran hjá Hyundai ....


Ferðafólkini vitjað

Men aftur til whiskyframleiðararnar.

Teir eru, sum øll onnur í Skotlandi greiðir yvir, at tað er spennandi fyri ferðafólk at síggja, hvussu tey framleiða hesar vørur.

Tí hava tey eisini latið upp fyri vitjandi og tey eru heldur ikki so fá í talið.

Eitt nú hevur tann fyritøkan vit vitjaðu, ikki færri enn 60.000 gestir um árið.

Ferðafólkini gjalda fyri at verða víst runt. Tá er ein lítil snapsur íroknaður, men skalt tú hava meir, so kostar hann eitt pund.


Bells var har sjálvur

Fyritøkan vit vitjaðu liggur í Pitlochry og eitur Blair Athol Distillery.

Tað sigur kanska føroyingum ikki so nógv, men siga vit, at teir eru ein partur av Bells fyritøkuni, so eru nokk fleiri, sum kenna meira til slagið.

Sera snøgt økið, og løgið at hugsa sær hvussu friðarligt tað er á einum sovornum stað.

Tí tey, sum njóta slíka vøru eru ikki altíð so friðarlig ...


Skal liggja í trý ár

Men tað er kanska tí, at tað er ein longri proces, at framleiða - og selja - whisky.

Tí tað er einaferð so, at skotsk lóg sigur, at tað skal liggja á goymslu í ikki minni enn trý ár, áðrenn tað kann brúkast.

Trý ár .....

Men tað liggur væl.

Tá framleiðslan er liðug, verður tað koyrt upp í eikitunnur. Ongantíð nýggjar tunnur. Altíð brúktar.

Onkrar eru brúktar til sherry, aðrar til portvín. Teir siga, at tað hevur nakað við smakkin at gera - og litin.

Har liggja tær so og bíða. Onkrar í trý ár. Aðrar í nógv longri tíð. Upp í 24 ár.

Tann eina tunnan, sumlá har, hevði ligið síðan 1964 - vit eru javngomul, tunnan og eg - og hon liggur har enn. Púra órørd.

Og hon fær frið. Á einum skelti við inngongdina til goymsluna stendur at lesa:

»Verið friðarlig, tí whisky svevur inni her, og skal ikki vekjast«.


Trøini svørt

Um tað er tann svarta samvitskan hjá skotum ella ikki, skal verða ósagt, men whiskyframleiðslan hevur ávirkan á okkurt.

Á trøini.

Tey gerast svørt, tey sum standa nærhendis.

Kvinnan, sum vísti okkum runt, var ikki greið yvir hví tað var so, men hon helt skemtandi fyri, at tað kundi verða at trøini vóru svarta samvitskan hjá skotum.

Tá vit nú hugdu kring okkum, so sóðu vit, at eisini bygningarnir vóru litaðir svartir av onkrum.

Tað sær eitt sindur løgið út, men soleiðis er tað við so mongum.

Men hetta kann roynast. Um ein ferð til Skotlands. Ikki nýtist einum at fara til Blair Athol. Tað eru so øgiliga nógvir aðrir framleiðarar spjaddir ymsastaðni í Skotlandi, so tað ber altíð til at finna onkran