Fiskasølan er farin um tey hálvthundrað árini.
Tá talan er um fólk, sum gerast hálvthundrað, er aloftast talan um fólk, sum hava uppliva eitt sindur av hvørjum.
Og tað mugu vit sanniliga siga at Fiskasølan eisini hevur.
Serliga hava seinastu árini verið serliga baldrut við einki serliga góðum roknskaparúrslitum, og eisini av stjóraskiftum, sum hava sett spor í søguna hjá søluni.
Men nú tykist Fiskasølan at hava funnið aftur á slóðina og negativu úrslitini eru vend og harvið tí eisini framtíðarútlitini.
Tey, sum ikki eru so glað fyri fiskasøluna halda tó, at uppgongdin er lætt vunnin, tí prísirnir á heimsmarknaðinum eru í topp og tað er eftirspurningurin eisini.
Men tað er ein sannroynd, at umstøðurnar í Føroyum eisini eru broyttar.
Búskaparráðið segði í árligu frágreiðing síni, at okkara kappingarførið var batnað munandi sammett við eitt nú kappingarføri skota, og slíkt merkist á Fiskasøluni.
Teir hava lættari við at halda fast við marknaðarpartin og hava eisini møguleika at økja um føroyska marknaðarpartin.
Stórfingin móttøka
Í samband við runda føðingardagin hevði Fiskasølan stórfingna móttøku í hølunum yviri við Strond í gjár.
Hetta verður ein av teimum síðstu, um ikki tann síðsti, føðingardagurin Fiskasølan kemur at halda í hesum hølum, tí Sparikassin hevur keypt tey.
Nógv fólk høvdu leitað sær inn á gólvið fyri at ynskja avvarðandi persónum tillukku við degnum.
Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri, sigur, at eini 200 fólk mundi verða inni á gólvinum.
Eingin útlendingur var við, men tað var tað ein náttúrlig frágreiðing til, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.
? Ein móttøka verður oftast hildin á høvuðsskrivstovuni, og hon liggur langt frá kundunum. Vit vildu tó ikki gera so nógv burturúr, sum at bjóða útlendskum gestum við.
Birgir røddi um søguna
Fleiri røður vórðu eisini hildnar í samband við dagin.
Birgir Danielsen fyrrverandi stjóri røddi um søguna hjá felagnum.
Og hon er rík - søgan.
Fiskasølan mann verða tað virkið í føroyskari søgu, sum hevur havt størst ávirkan á føroyska búskapin.
Fiskasølan var annar av tveimum stóreigarum í Sjóvinnubankanum, og tá hann fór av knóranum, byrjaði at rilla hjá Fiskasøluni.
Birgir kom eisini inn á Ráfiskagrunnin og hann vildi gjarna jarða søgurnar um at tað var fiskasølan, sum fekk stovnsett hann. Tað var tað ikki.
Men hóast Birgir ikki er stjóri á Fiskasøluni longur, so hevur hann metingar um framtíðina kortini og rúmd var eisini fyri teimum í røðuni.
Afturat Birgiri hildu eisini Bjarti Mohr, fyrrverandi stjóri og Wilhelm Petersen, stjóri á Atlantic Petroleum og nýggjur nevndarformaður í Fiskasøluni røðu, og tað sama gjørdi núverandi stjórin, Hans Jóhannes á Brúgv
Bjørt framtíðarútlit
Í síni røðu segði Hans Jóhannes á Brúgv, at tað var torført, eftir bert eitt ár, sum stjóri, at gera nágreiniligar um framtíðarvánirnar hjá fyritøkuni.
? Men hálvársúrslitið, sum vit eru komin til fyri fyrra hálvár 1998 vísir, at vit eru á rættari leið, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.
Og hálvársúrslitið fyri fyrra hálvár 1998 er stak gott.
Eitt yvirskot uppá góðar 4 mió. krónur áðrenn skatt.
Hetta skal haldast saman við, at Fiskasølan koyrir sum ein tryggari fyritøka æi dag, enn fyri einum ári síðan.
Tapsvandin er minkaður, og skuldararnir eru tryggjaðir munandi betri enn teir vóru frammanundan, sigur Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri.
Tí eru vónirnar um eitt gott rakstrarúrslit fyri 1998 sera góðar.
Kostnaðarstøði støðugt
Í røðu síni kom Hans Jóhannes eisini inn á, uttanífrá komandi ávirkanina á okkara búskap.
Alheims rentan er sera lág í løtuni og kostnaðarstøði í Føroyum hevur verið støðugt, serliga sammett við nærmastu grannar okkara, Skotland og Ísland.
Hans Jóhannes nevndi eisini týdningin av, at hava fastar leveransur til kundarnar í útlondunum og á tann hátt at tryggja ein so høgan prís sum gjørligt.
? Hetta er serliga galdandi fyri stóru keturnar í útlondum, men hevur verið torført hjá okkum at liva upp til.
Men hann leggur aftrat, at hyggur ein eftir laksaportiónsmarknaðinum og rækjumarknaðinum, so eru sera góðir møguleikar fyri júst tryggum leveransum, og at tað verður nakað, sum Fiskasølan fer at gera meira við í nærmastu framtíð.
Næsta hálva øldin
er byrjað
Nú eru tey fyrstu fimti árini farin afturum og tey næstu eru farin á rull.
Fiskasølan er enn í dag ein tann týdningarmesta fyritøkan í føroyska búskapinum og tað mugu teir, sum varða av henni, verða teir fyrstu til at viðurkenna.
Tí hevur tað almiklan týdning, at fyritøkan fær eitt gott búskaparligt grundarlag at standa á, so framtíðin trygt kann gangast í møti.
Og við teimum umstøðum, sum heimsbúskapurin hevur lagað, so er tað eisini av allarstørsta týdningia at fyritøkan er so sterk sum gjørligt.
Tí tað er eingin, sum er greiður yvir, nær prísurin á fiski fer at fella, ella nær rentan á heimsmarknaðinum fer upp, ella nær.....
Eingin veit á morgni at siga ...