sóust ongi tekin til, at nakar fór at rýma, og lívið gekk sína gomlu gongd. Ein maður úr Kunoy flutti norður til Skarðs at búgva, men vetrarnar 1917 og 1918 fóru nøkur húski heim til Haraldsunds og onnur [...] onnur yvir til Kunoyar at vera. Tey komu tó aftur til Skarðs móti sumri, og í 1918 varð ein drongur føddur har norði. Veturin 1918-19 fluttu aftur nøkur húski burtur, og tað hjálpti sum vera man ikku um [...] Av teimum 25, sum ikki bóru boð í bý, vóru 15 familjumenn, og eftir teir sótu fimtan einkjur og 39 børn sum faðirloysingar. Hetta var sætti svínoyarbáturin, sum fórst í einum stórum hálvthundrað ára tíðarskeiði
eru tey útferðir ymsastaðni. Hósdagin fara tey til dømis ein túr til Nólsoyar, har tey fara á hestbak og fara at hoyra sagnir og søgur. Í ár eru føroysk børn úr 8 londum í summarskúla. Summarskúlin er eitt [...] útisetabørn. Skúlin er ætlaður børnum frá 5 til 12 ára aldur. Umframt høvi at tosa og læra føroyskt hitta tey eisini javnaldrar og knýta vinarbond. 25 børn ganga í tveimum flokkum. Fyrrapartar fáa tey [...] eitt afturvendandi tiltak og verður hann aftur næstu fer í juli 2017. Á facebooksíðuni ber til at síggja myndir og fáa fleiri upplýsingar. https://www.facebook.com/Summarskulin/
er sera arbeiðssom og er ófør at kokkast og at gera mat til t.d. ervi, brúdleyp og veitslur. Hon er ein av teimum trúføstu, sum altíð minnist til síni nærmastu og er altíð klár við eini hjálpandi hond uttan [...] nakran hátt at seta seg sjálva í miðdepulin. Hon er gift við Peturi Jensen úr Skopun, tey fingu trý børn, Leinu, Jákup Eli og Marjun. Leina andaðist í 1977 bert 10 ára gomul. Óluva eigur eisini tvey ommubørn
læru sum bilmekanikari hjá Steingrím Nattestad í Miðvági. Eftir at hava lært í tvey ár flutti hann til Havnar og lærdi víðari á bilverkstaðnum hjá Wenzel Petersen úti í Bakka. Hann varð útlærdur í oktobur [...] , sum lættir munandi um arbeiðið. John er giftur við Borghild, f. Joensen, úr Dali, tey eiga tvey børn, Jógvan og Guðrið, sum bæði búgva á Argjum.
Hann var við til at stovna Lions Club í Vágum og er virkin í dansifelagnum "Upp á tá" . Finnbogi er føddur og uppvaksin á Tvøroyri og gekk til skipsførara á Føroya Sjómansskúla. Hann flutti til Sørvágs, tá [...] hann tók við sum flogvallaovasti. Hann er giftur við Ednu, f. Joensen , ættað úr Nólsoy, tey eiga trý børn og fimm ommu-og abbabørn. Í sambandi við starvsdagin hevur Statens Luftfartsvæsen móttøku á Vága Floghavn
1980 bleiv hann sendur til Flogstøðina í Tórshavn at arbeiða, har hann var í tænastu í fimm ár í sambandi við umbygging av radarstøðini á Sornfelli. Eftir hetta fór familjan í 1985 til Danmarkar, har Hanus [...] í Hillerød á Norður-Sælandi. Í 1987 fekk familjan Lamhauge aftur fráfaringarboð at fara upp aftur til oyggjarnar í Atlantshavinum, sum tey eru so góð við. Har fór Hanus aftur í sítt gamla starv, sum " [...] NATO heiðursmerkinum. Eftir stutta skúlagond í 2000 á Flogstøðini í Skagen, gekk leiðin heimaftur til Føroya. Har hevur Hanus síðani verið í sama starvi hjá Ravmagnstænastuni, sum viðlíkaheldur el-verk
Gudmund er sonur Jonu, f. Falkvard, og Eivind Gudmundsen í Sandavági. Hann lærdi til maskinsmið á maskinverkstaðnum hjá Viggo Johannesen í Sandavági, síðan fekk hann sær maskinistútbúgving og sigldi sum [...] maskinmmaður á flakavirkinum Snarfrost í Miðvági, í dag Føroya Fiskavirking. Virkið bleiv herfyri valt til "Ársins arbeiðspláss". Gudmund er ein nærlagdur maður, sum vil hava tað reint og ruddiligt rundan um [...] innandura fótbólt. Hann er giftur við Janny, f. Hansen, úr Miðvági, tey búgva á Giljanesi og eiga fýra børn, tvær døtur og tveir synir.
juni 1980 var Hans Petur settur í starv hjá Farvandsvæsenet. Hann byrjaði í Akrabyrgi, har hann var til 1995, tá vitin varð automatiseraður. Síðan hevur hann arbeitt við teir ymisku vitarnar kring landið [...] kokkur við nótabátinum Saksaberg. Í 1983 giftist Hans Petur við Ritu, f. Tausen, úr Vági. Tey eiga trý børn: Linda, 23 ár, og tvíburarnar Andras og Allan, sum eru 20 ára gamlir.
fór hann til Danmarkar at lesa til verkfrøðing. Tá útbúgvingin varð liðug, arbeiddi hann í tvey ár í Danmark sum verkfrøðingur innan sjúkrahústøkni hjá EMI Medical. Í 1980 kom hann heim aftur til Føroya [...] við til at innføra telefaxið, sum fyrstu tíðina einans var á telefonstøðum og posthúsum. Eisini var hann við til at seta á stovn fyrsta føroyska talgilda sentralin í Føroyum. Hann var eisini við til at [...] við vinnuproduktum, sum t.d. menning av nýggjari tøkni og telefoniskipanum til vinnukundar. Fyri kortum var Ivan fluttur til nýggju "Produkt Managment" deildina, sum hoyrir undir FT-samskifti, har hann
gamal og ættaður úr Skopun. Hann hevur arbeitt hjá Leif Mohr síðan 15. september 1979. Hann lærdi til elektrikari hjá Einar Mikkelsen í Havn. Síðan sigldi hann úti í nógv ár og arbeiddi sum kølimaður hjá [...] heldur sær í góðari venjing. Hann er giftur við Tóru, f. á Heygum, ættað úr Vestmanna, tey eiga tvey børn: Mariu, 35 ár, og Jákup Petur 29 ár. Tóra og Eyðun eiga trý ommu- og abbabørn.