25 føroysk útisetabørn á málskúla

Ein øðrvísi skúli húsast í hesum døgum í Kongagøtu í Havn. Talan er um ein vikulangan málskúla fyri føroysk útisetabørn. Skúlin er ætlaður børnum frá 5 til 12 ára aldur. Umframt høvi at tosa og læra føroyskt hitta tey eisini javnaldrar og knýta vinarbond.

 

25 børn ganga í tveimum flokkum. Fyrrapartar fáa tey undirvísing í føroyskum máli, og seinnapartar eru tey útferðir ymsastaðni. Hósdagin fara tey til dømis ein túr til Nólsoyar, har tey fara á hestbak og fara at hoyra sagnir og søgur.

 

Í ár eru føroysk børn úr 8 londum í summarskúla.

 

Summarskúlin er eitt afturvendandi tiltak og verður hann aftur næstu fer í juli 2017. Á facebooksíðuni ber til at síggja myndir og fáa fleiri upplýsingar.  https://www.facebook.com/Summarskulin/