Finnbogi er 56 ára gamal og útbúgvin sum skipsførari. Hann sigldi í fleiri ár hjá A. P. Møller, áðrenn hann tók við sum flogvallarovasti 1. apríl 1979.
Ómetaliga stórar broytingar eru farnar fram hesi 25 árini. Í 1979 ferðaðust 50.159 ferðafólk um flogvøllin og í 2003 vóru tey 162.917.
Talið av flogførum er eisini vaksið nógv, í 1979 komu og fóru 1634 flogfør um flogvøllin og í 2003 vóru tey 5217.
Vøksturin í ferðafólkatalinum hevur havt við sær nógvar broytingar og útbyggingar á Vága Floghavn, sum er vorðið eitt munandi størri arbeiðspláss, enn tá Finnbogi byrjaði.
Hann var við til at stovna Lions Club í Vágum og er virkin í dansifelagnum
"Upp á tá" .
Finnbogi er føddur og uppvaksin á Tvøroyri og gekk til skipsførara á Føroya Sjómansskúla. Hann flutti til Sørvágs, tá hann tók við sum flogvallaovasti.
Hann er giftur við Ednu, f. Joensen , ættað úr Nólsoy, tey eiga trý børn og fimm ommu-og abbabørn.
Í sambandi við starvsdagin hevur Statens Luftfartsvæsen móttøku á Vága Floghavn í dag, 2. apríl, frá kl. 15-17, har øll eru vælkomin at heilsa upp á Finnboga.