25 ár astarvsdag sum heimahjálpari

Í dag 5. marts hevur Óluva Jensen í Skopun arbeitt 25 ár sum heimahjálpari. Starvsfólkið á heimarøktini møtast á ellisheiminum Norðuri á Skeri kl. 14.00 í dag til móttøku.

Hesi 25 árini Óluva hevur arbeitt sum heimahjálp, hevur hon tikið sær sera væl av temum gomlu bæði í og uttan fyri arbeiðstíð.

Hon hevur verið í skúlanevndini í Skopun og í skúlastýrinum fyri Meginskúlan. Hon er eisini virkin limur í Sandoyar Javnaðarfelag. Hon var í mong sunnudagsskúlalærari í Betania í Skopun.

Óluva er sera arbeiðssom og er ófør at kokkast og at gera mat til t.d. ervi, brúdleyp og veitslur. Hon er ein av teimum trúføstu, sum altíð minnist til síni nærmastu og er altíð klár við eini hjálpandi hond uttan á nakran hátt at seta seg sjálva í miðdepulin.

Hon er gift við Peturi Jensen úr Skopun, tey fingu trý børn, Leinu, Jákup Eli og Marjun. Leina andaðist í 1977 bert 10 ára gomul. Óluva eigur eisini tvey ommubørn, sum hon tekur sær nógv av.

Ó luvu verður ynskt hjartaliga tillukku við starvsdegnum.

x