Eyðun er 57 ára gamal og ættaður úr Skopun. Hann hevur arbeitt hjá Leif Mohr síðan 15. september 1979.
Hann lærdi til elektrikari hjá Einar Mikkelsen í Havn.
Síðan sigldi hann úti í nógv ár og arbeiddi sum kølimaður hjá Olafi Hansen.
Eyðun hevur nógvar dygdir. Handverksliga setir hann eina æru í góðsku, og at tað er ordan í tingunum.
Sum tann álitismaður Eyðun er, hevur hann verið formaður fyri nógvum stórum arbeiðsuppgávum m.a. Loranstøðini á Eiði, Hotel Føroyum, Gundadalshøllini, Albert Hall, Kartni Winther, ferjuleguni á Gomlu Rætt og tunnlinum í Kaldbaksbotni. Eisini hevur hann havt ábyrgd av at upplæra nógvar lærlingar.
Eyðun er eisini áhugaður í ítrótti - hann hevur súkkla í nógv ár, og hóast hann nærkast teimum 60, er hann sera aktivur og heldur sær í góðari venjing.
Hann er giftur við Tóru, f. á Heygum, ættað úr Vestmanna, tey eiga tvey børn: Mariu, 35 ár, og Jákup Petur 29 ár. Tóra og Eyðun eiga trý ommu- og abbabørn.