Gudmund er sonur Jonu, f. Falkvard, og Eivind Gudmundsen í Sandavági. Hann lærdi til maskinsmið á maskinverkstaðnum hjá Viggo Johannesen í Sandavági, síðan fekk hann sær maskinistútbúgving og sigldi sum maskinmeistari í eini tvey ár. 1. august 1978 bleiv hann settur í starv sum maskinmmaður á flakavirkinum Snarfrost í Miðvági, í dag Føroya Fiskavirking. Virkið bleiv herfyri valt til "Ársins arbeiðspláss". Gudmund er ein nærlagdur maður, sum vil hava tað reint og ruddiligt rundan um seg. Hann hevur stóran áhuga í fótbólti og spælir t.d. nógv innandura fótbólt. Hann er giftur við Janny, f. Hansen, úr Miðvági, tey búgva á Giljanesi og eiga fýra børn, tvær døtur og tveir synir.