londum. Øll hava tey sítt at hugsa um, og tað hevur henda kvinnan, Somwang Anthoniussen eisini. Meðan hon arbeiðir í framleiðsluni hugsar hon sjálvandi um tað, sum hon fremur í verki. Men tað man kortini [...] politiska støðan í heimlandinum framvegis var spent - og ógreið! Gott við sjónvarpi Tað loypti sum vera man hvøkk á umheimin, tá tíðindi bórust um at støðan ikki var sum hon plagdi í Thailandi. Hesi tíðindini [...] Thaksin Shinawatra. Hetta visti Somwang alt um. Á middegi í gjár var kortini ógreitt, um kvettroyndin fór at eydnast, tí kongurin Bhumibol Adulyadej enn ikki hevði boðað frá, hvønn hann stuðlaði - teir
Jørgen Niclasen er framvegis ikki liðugur at skriva sína frágreiðing um sonevnda tollmálið. Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur seg hava eina røð av skjølum við sær á tíðindafundin, sum verður í Miðlahúsinum [...] Miðlahúsinum klokkan 15. - Nei, frágreiðingin er ikki heilt liðug enn. Men tað verður hon! Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum seinnapartin ætlar at koma [...] samstundis vóna, at skjølini verða viðgjørd við virðing, og sett inn í eina heild. - Talan er um gomul skjøl, sum fevna um nógv ymisk viðurskifti hjá ymsum persónum og myndugleikum, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen
høvdu ikki ánilsi av, hvat Føroyar var fyri nakað. Ella hvar tað lá! - Men í dag hava vit lært tykkara vøkru oyggjar at kenna. Vit hava eisini sæð, hvussu dámligt og vinarligt fólkið er. Og ikki minst [...] Føroyum. Tey bæði høvdu tó ikki sæð hesa lýsingina, har greitt varð frá hesi verkætlanini. Nakað seinni vórðu tey uppringd og spurd, um tey høvdu áhuga í at fara higar at vitja, um tey fingu møguleikan. - [...] kunnleika um eldraøkið í Føroyum. Hinvegin so fingu tey eisini møguleika fyri at síggja, hvussu eitt føroyskt sambýli verður rikið og hvussu nógv starvsfólkini gera, fyri at hugna um og vera um tey eldru
tey ikki! - Har stóð eitt skelti, sum segði at tað var undir egnari ábyrgd at koyra hagar. Og tí fóru vit ikki gjøgnum tunnilin til bygdina, greiðir Samuel frá. Veðrið hevur verið heldur misjavnt um vikuskiftið [...] vikuskiftið, men tað hava tey ikki lagt nakað í. - Tað er ikki so nógv øðrvísi enn heima á Íslandi, sigur Samuel. [...] dagarnar verið á vitjan í Føroyum saman við konu síni, systir hennara og manni. - Vit hava ferðast víða um landið, og hava sæð og upplivað nógv, sigur Samuel. Hetta er fyrsta ferðin tey eru og vitja í Føroyum
detta saman, helt hon áfram. Tað varð ikki væntað, at Donald Trump forseti fór at møta upp til fundin, serliga tí hann áður hevur sagt, at hann trýr ikki upp á veðurlagsbroytingar. Kortini var hann tó at síggja [...] á fundinum, hóast hann ikki tók orðið. ##med2## Antonio Guterres hevði frammanundan fundinum gjørt greitt, at lond sluppu einans at taka orðið, um tey høvdu ítøkiligar ætlanir um hvussu CO2 útlátið kundi [...] Tað var ein sjónliga rørd Greta Thunberg, sum í dag helt røðu framman fyri heimsins leiðarum á ST fundi í New York í dag. Um 60 av heimsins leiðarum vóru samlaðir í ST bygninginum í New York til veðurlagsfund
Jóhanna á Tjaldrafløtti og tosar um heilsugóðan kost. Tað skilst, at hetta er eitt evni sum hevur áhugan hjá teimum eldru. Ikki tí, - fleiri teirra hava áður hoyrt hana tosað um júst hetta evnið í Tilhaldinum [...] boðið til almennan evnisdag, har høvuðsevnið var tað at hava ábyrgd fyri egnari heilsu. Og sigast kann, at stórur áhugi var fyri hesum tiltakinum. Høllin var fullsett av eldri fólki, sum sótu og tóku til [...] dag í minsta lagi hálvanannan litur av vatni og mjólk, og ikki minst at røra seg í minsta lagi 30 minuttir um dagin. - Onkur vil kanska spyrja, um júst tað er so øgiliga neyðugt at eta og drekka rætt. Jú
fólk, sigur Mourits. Í gjár var Mourits úti fyri eina stuttligari hending. - Meðan eg hjálpi nøkrum børnum í tokið, koma tríggir fullir vaksnir menn og spyrja, um teir ikki kunnu sleppa í tokið. Vanliga [...] ikki siga, at hann hevur koyrt non-stop, men tað er nær við. - Andlitsmálingin kallast airbrush, og er tað ein fyribils tatovering, sum ein kann fáa sproytaða upp á kroppin. Eftir nøkrum døgum er hon farin [...] Ikki øll eru komin á festival einans fyri at hugna sær. Mourits Clementsen hevur havt tokbana, karusel og andlitsmáling allan festivalin. - Tokbanin til smábørn hevur verið sera væl umtóktur. Eg skal ikki
Eftir dystin fingu vit orðið á hevaran hjá Drátti, Torgunn Jónsdóttir. Hon var, sum vera man, sera fegin um sigurin á TB. - Ja, hetta var deiligt. Vit spældu ótrúliga væl í dag, og serliga álopið koyrdi væl [...] tað er, sum ger liðið hjá Drátti so gott í ár. - Eg veit ikki heilt. Vit vunnu meistaraheitið í fjør, men hava síðani mist Ninu Alter, sum helst var besti leikarin í fjør. Eg haldi tó, at yngru leikararnir
Sambandsflokkin, ikki gera seg áhugaverdan við at skjóta upp at privatisera Atlantsflog og lata Smyril Line sigla sín egna sjógv í dag, 15 ár eftir ta avgerðina. - Tíbetur ræður Edmund ikki fyri borgum í [...] rutuna. Tað var so ússaligt, at tað gekk bara nakrar mánaðir. So gav Skipafelagið skarvin yvir. Og siglingin til Skotlands helt uppat, skrivar Hans Pauli Strøm. Søgan verður tann sama, um Atlantsflog verður [...] í dag. Men um hann hevði fingið sín vilja við at privatisera Atlantsflog, so kundi skjótt gingið við tí, sum við hansara privatisering í 1996, skrivar hann í politiskari viðmerking. Javnaðartingmaður vísir
heiðrinum, sum so dyggiliga er uppiborin. Hon vísti á, at sum sjálvlærdur vísindamaður hevur Jens-Kjeld Jensen sum fáur í meira enn ein mansaldur savnað vitan um líkt og ólíkt, tað verið seg lýs og mýs, [...] so fólk síggja, hvat tað er, tú skrivar um. Hetta er sera lesi-og brúkaravinarligt. Og so eru eisini nøkur gleps. - Gleps til politikkarar og myndugleikar um tørvin á at gera meira fyri at fyribyrgja [...] landi og sjógvi. Og tær so líkt, so fert tú eftir málinum og ikki persóninum, og tí ert tú altíð ein dámligur persónur at tosa og kjakast við um líkt og ólíkt, og tú ert eisini ein fongur at hava við í ymiskum