- Tit hava eitt vakurt land

Seinastu ferðafólkini á camping-plássinum Yviri við Strond fóru heimaftur við Norrönu í gjár.

- Tit hava eitt ótrúliga vakurt land, staðfestir íslendingurin Samuel Óskarsson,
Hann er ættaður úr Reykjavík og hevur seinastu dagarnar verið á vitjan í Føroyum saman við konu síni, systir hennara og manni.
- Vit hava ferðast víða um landið, og hava sæð og upplivað nógv, sigur Samuel.
Hetta er fyrsta ferðin tey eru og vitja í Føroyum. Tað kundi meiri enn so hent at tey komu aftur.
Gjáramorgunin fóru tey sum tey seinastu ferðafólkini í summar av camping-plássinum Yviri við Strond.
 
Sama veðrið
Tey fýra komu við Norrönu í farnu viku, og tá hon legði frá landi aftur í gjár fóru tey heimaftur til Íslands.
- Vit komu higar fyri at skoða landið, sigur fryntligi reykjavíkingurin.
Við húsvogni teirra hava tey ferðast runt ein stóran part av landinum.
Tey hava verið í Havn, Bø, Tjørnuvík, Eiði og Klaksvík, bert fyri at nevna nøkur støð.
Men í Gásadali vóru tey ikki!
- Har stóð eitt skelti, sum segði at tað var undir egnari ábyrgd at koyra hagar. Og tí fóru vit ikki gjøgnum tunnilin til bygdina, greiðir Samuel frá.
Veðrið hevur verið heldur misjavnt um vikuskiftið, men tað hava tey ikki lagt nakað í.
- Tað er ikki so nógv øðrvísi enn heima á Íslandi, sigur Samuel.