- Tær ungu hava tikið møguleikan

Eftir dystin fingu vit orðið á hevaran hjá Drátti, Torgunn Jónsdóttir. Hon var, sum vera man, sera fegin um sigurin á TB.
- Ja, hetta var deiligt. Vit spældu ótrúliga væl í dag, og serliga álopið koyrdi væl. Her høvdu vit nógvar leikarar, sum kundu vinna bóltarnar. Hetta hevði stóran týdning fyri okkum í dag.
Vit spurdu hana at enda, hvat tað er, sum ger liðið hjá Drátti so gott í ár.
- Eg veit ikki heilt. Vit vunnu meistaraheitið í fjør, men hava síðani mist Ninu Alter, sum helst var besti leikarin í fjør. Eg haldi tó, at yngru leikararnir hava fylt holið eftir Ninu væl, og tað vísir seg, sum allir leikararnir taka nógv størri ábyrgd nú.