- Tín eldhugur hevur drivið verkið

- Tín vitan um lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum er nógv størri enn tað, sum higartil er lýst í bókaútgávum, skúlatilfari og aðrastaðni, segði Anni á Hædd, løgrøðisligur ráðgevi í umhvørvis-og vinnumálaráðnum.

 

 

Tað var í gjárkvøldið, tað gjørdist greitt, at fuglakennarin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, vann Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Henda heiður hevur hann fingið fyri sítt áhaldandi arbeiði við at greiða frá síni stóru vitan um føroyskt lívmargfeldi. Seinastu 40 árini hevur hann ótroyttiliga greitt frá síni stóru vitan og áhuga innan føroyskt lívmargfeldi.

Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað fimm bøkur og yvir 500 greinar, og hann hevur eitt nú granskað innræsin djór og plantur og hevur skrásett fleiri enn 350 nýggj sløg í Føroyum. Í dag hevur heiðursløta verið í Norðurlandahúsinum fyri Jens-Kjeld Jensen, har røður vórðu hildnar, og hann fekk handaðar blómur og gávur. 

Tað var Anni á Hædd, løgfrøðiligur ráðgevi í umhvørvis-og vinnumálaráðnum, sum bar fram røðu vegna landsstýrismannin í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen. Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, segði eisini nøkur áhugaverd orð, sum vit eisini fara at venda aftur til.

Vegna landsstýrismannin ynskti Anni á Hædd Jens-Kjeld Jensen hjartaliga tillukku við stóra norðurlendska heiðrinum, sum so dyggiliga er uppiborin. Hon vísti á, at sum sjálvlærdur vísindamaður hevur Jens-Kjeld Jensen sum fáur í meira enn ein mansaldur savnað vitan um líkt og ólíkt, tað verið seg lýs og mýs, fuglar og innslødd plantu- og djórasløg, dálking og veðurlagsbroytingar og annað mangt.

##med2##

- Tín vitan um lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum er nógv størri enn tað, sum higartil er lýst í bókaútgávum, skúlatilfari og aðrastaðni. Men, tíbetur hevur tú sjálvur dugað at skjalprógvað tína gransking og vitan til gagns fyri granskingarumhvørvi, fakfólk og almenningin yvirhøvur.

Anni á Hædd vísti á, at heimasíðan hjá Jens-Kjeld Jensen er nógv vitjað millum ár og dag og helst fer síðan at verða enn meira vitjað, nú norðurlendsku umhvørvisheiðurslønin er komin í hús. Heimasíðan ber eisini boð um, hvør maðurin er sum persónur, og hvørja tilgongd hann hevur til náttúru og umhvørvi.

- Har eru vísindaligar greinar, náttúrufakligar støðulýsingar og meiri almennar og stuttar lýsingar av kyktum, blómum, fuglum og øðrum, og sum oftast eru eisini sera flottar myndir við, so fólk síggja, hvat tað er, tú skrivar um. Hetta er sera lesi-og brúkaravinarligt.

Og so eru eisini nøkur gleps.

- Gleps til politikkarar og myndugleikar um tørvin á at gera meira fyri at fyribyrgja dálking og at verja okkara náttúru og umhvørvi á landi og sjógvi. Og tær so líkt, so fert tú eftir málinum og ikki persóninum, og tí ert tú altíð ein dámligur persónur at tosa og kjakast við um líkt og ólíkt, og tú ert eisini ein fongur at hava við í ymiskum arbeiði, sum politiski myndugleikin setir í verk. Sum dømi kann eg nevna títt stóra íkast í drúgva fyrireikingararbeiðið at tilnevna Nólsoy, Mykines og Skúvoy sum altjóða RAMSAR-øki vegna ríka fuglalívið. 

Anni á Hædd vísti á, at norðurlendsku heiðurslønina hevur Jens-Kjeld Jensen partvíst fingið fyri sítt stóra arbeiði at lýsa nýggj - ella ikki áður lýst - djóra- og plantusløg í Føroyum.

- Tú hevur ótroyttiliga - og púra sjálvboðin - arbeitt fyri at økja okkara vitan um náttúrurmargfeldið. Tú ert eisini tann, sum minnir okkum á, at okkum vantar meira nútímans karmar at fyribyrgja innrás av invasivum sløgum og at verja okkara náttúrumargfeldið.

Hon vísti eisini á, at á politiska vígvøllinum mugu vit tíverri ásanna, at vit framvegis ikki eru komin á mál við at skipa eina veruliga føroyska náttúrufyrisiting og at lyfta náttúruverndarlóggávuna upp á eitt stig, ið sømir seg einum landi sum okkara við so stórum náttúruríkidømi.

- Eisini, tá ræður um skipaða skráseting av tí føroysku náttúruni, liggur alt ov nógv á láni. Ætlandi verður uppskot til nýggja náttúrumargfeldislóg lagt fyri løgtingið komandi ár, og við henni mugu vit skipa eina fakliga náttúrufyrisiting og tíðarhóskandi amboð at varða um føroysku náttúruna.

##med3##

Anni á Hædd helt fyri, at meðan vit enn bíða eftir at fáa dagført almennu lógarkarmarnar, er tað ómetaliga virðismikið, at eldsálir sum Jens-Kjeld Jensen taka stór tøk og ganga undan.

- Tann vitan, sum tú hevur savnað og lýst á náttúruøkinum, er ein dýrgripur fyri føroyska samfelagið og fer óivað at verða brúkt í øldir. Vegna landsstýrismannin fari eg tí at takka tær fyri títt stóra íkast at granska, skráseta og miðla margfeldið í føroysku náttúruni og at kunna okkum øll um týdningin av at varða um tað.

##med4##

At enda segði Anni á Hædd:

- Jens-Kjeld, tú ert ein fongur fyri føroyska samfelagið, so takk fyri teg og títt dýrabara og eldhugaða arbeiði gjøgnum eitt heilt lív.