Hjá United Seafood í Runavík arbeiðir ein 46 ára gomul thailendsk kvinna í fiski. Hetta arbeiðið tykist henni dáma væl. Her eru nógv fólk til arbeiðis og úr mongum ymiskum londum.
Øll hava tey sítt at hugsa um, og tað hevur henda kvinnan, Somwang Anthoniussen eisini.
Meðan hon arbeiðir í framleiðsluni hugsar hon sjálvandi um tað, sum hon fremur í verki.
Men tað man kortini vera eitt heilt annað mál, sum hugsan hennara í størri mun snýr seg um: Heimlandið og politiska støðan í landinum.
Fyrr í vikuni gjørdist nevniliga greitt, at fleiri herleiðararar við Sonthi Boonyaratglin á odda høvdu gjørt kvettroynd ímóti forsætisráðharranum í Thailandi, Thaksin Shinawatra.
Hetta visti Somwang alt um. Á middegi í gjár var kortini ógreitt, um kvettroyndin fór at eydnast, tí kongurin Bhumibol Adulyadej enn ikki hevði boðað frá, hvønn hann stuðlaði - teir ið framdu kvettið ella forsætisráðharran.
- Eg kenni ikki hesar herleiðararnar, og kann tí einki siga um teir. Men Thaksin, - hann hevur í øllum førum verið góður fyri fólkið, sigur Somwang, sum hevur búð í Føroyum síðani 1989 og eigur trý børn á Strondum.
Vit hittu hana beint eftir døgverða í gjár, tá politiska støðan í heimlandinum framvegis var spent - og ógreið!
Gott við sjónvarpi
Tað loypti sum vera man hvøkk á umheimin, tá tíðindi bórust um at støðan ikki var sum hon plagdi í Thailandi.
Hesi tíðindini høvdu eisini áhuga í einum heimi á Strondum, sum fram um nógv onnur heim var merkt av støðuni í hesum fjarskotna landi.
Nútíðar tøknin hevur nevniliga verið til fyrimuns og gang fyri Somwang: Hóast fjarstøðan í kilometrum er long til Fjareystur, so kann hon hvørt kvøld seta seg við sjónvarpið og síggja somu tíðindasendingar sum fólkið í heimlandinum.
Heima í stovuni kann Somwang tí fylgja við í tí sum fyriferst á tí politiska leikvøllinum og í gøtunum í heimlandinum. Henda møguleika hevur hon á besta hátt umvegis sjónvarpsrásirnar.
Hon hevur sjálvandi hugt eftir tíðindunum sum eru borin í føroyska sjónvarpinum.
- Eg fái ikki so nógv burtur úr Degi & Viku. Antennan er ikki so góð, og tí er skermurin heldur myrkur!, sigur hon.
Men einki er kortini sum at kunna fylgja við í tí, sum sjónvarpið í heimlandinum sigur um støðuna ella tí hon kann lesa á alnetinum.
Tey hava parabol á Strondum, og umvegis henda ber til hjá Somwang og hinum í húsinum at hyggja eftir heimligu sjónvarpsrásini Thai TV.
- Vit hava fylgt væl við gongdini í Thailandi hesar síðstu dagarnar. Eg kann sjálvandi ikki hyggja alla tíðina, tí eg havi eitt arbeiði at passa her á fiskavirkinum.
- Men eg fylgi spent við, hvat hendir har, sigur Somwang, nú vit hitta hana eina løtu í arbeiðstíðini á United Seafood.
Nógv at takka Thaksin fyri
Á middegi í gjár var støðan framvegis ógreið í Thailandi.
Men Somwang og allar hinar milliónirnar av thailendingum bíðaðu tá bert eftir svarinum uppá tann eina og avgerandi spurningin: Hvat sigur kong Bhumibol Adulyadej til støðuna?
Hansara støðutakan fór at avgera, hvørt henda kvettroyndin fór at eydnast ella ikki. Stuðlaði hann kvettmonnunum kundu teir halda fram. Um ikki, so kundi helst alt henda í landinum.
Men fyri Somwang er eingin ivi um, at tann førdi politikkurin hevur verið góður fyri landið.
Hann hevur verið til stóra hjálp og mikið gagn fyri nógv av tí fólkinum sum býr har norðuri í landinum, hagani Somwang sjálv er ættað.
- Har hevur nógv fólk fingið hjálp. Her er ikki gjørdur munur á, um talan var um børn, ung ella gomul. Thaksin hevur í øllum førum hjálpt nógvum, greiðir Somwang frá.
Teir m.a. soleiðis hjálpt nógvum ungdómi til víðari lestur. Hava foreldrini ikki havt ráð at senda ta ungu gentuna í skúla, hevur hann hjálpt teimum við tí.
Á henda hátt hava í hópatali av ungum fólki fingið ein lærdóm, sum tey annars ikki høvdu havt møguleika at fáa.
Orsøkin
Tá slík kvett henda verður altíð gitt um, hvør orsøkin er til eitt slíkt stig. Henda spurningin hevur Somwang eisini sett sær.
Kvettið hendir í øllum førum meðan forsætisráðharrin Thaksin var staddur á ST-aðalfundinum í New York, har Jóannes Eidesgaard løgmaður eisini er. Sum skilst, sleppur hann ikki til heimlandið við tað fyrsta.
- Eg veit ikki hví, hesir fimm menninir gjørdu hetta kvettið. Eg veit bara so mikið, sum at Thaksin er væl dámdur har norðuri í landinum, har nógvur bøndur búgva.
- Hann hevur gjørt nógv fyri okkum. Men helst eru tað fólk í Bangkok og runt um har, sum ikki dáma hann so væl. Eg veit ikki rættiliga hví kvettið kom, sigur hon.
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni hevur verið ófriðarligt í Thailandi hetta seinasta árið. Og kvettið kann tí síggjast sum eitt úrslit av teirri spentu og lutvíst ótryggu støðuni í landinum.
Kedd
Somwang er gift á Strondum og ber tí eftirnavnið Anthoniussen.
Hon hevur búð í nærum 18 ár í Føroyum, og tosar og skilir føroyskt. Hon hevur við millumbilum vitjað aftur í Thailandi, seinast fyri trimum árum síðani.
Hóast henda kvinnan hevur búð ein stóran part av lívi sínum í Føroyum, ber hon framvegis alsk til heimlandið.
Tá so tíðindini bórust um kvettroyndina var reaksjón hennara har beinanvegin:
- Eg gjørdist kedd, - ja, sera kedd, tá eg hoyrdi tað. Slíkt er ongatíð gott fyri eitt land. Eg haldi sjálv, at Thaksin hevur verið góður fyri okkara land.
- Hann hevur so í øllum førum gjørt sítt til, at fólk sum ikki høvdu tað gott, hava tað gott í dag. Men onnur halda opinbart okkurt annað, sigur Somwang.
Um kvøldið ætlaði hon sær at sita frammanfyri sjónvarpið fyri at vita, hvat kongur fór at siga til kvettið.
- Thaksin, - hann hevur so bara gjørt gott móti mínum fólki, sigur henda thailendska flakakvinnan.