spælinum. Nøkur skjótálop fingust eisini í lag, og so við og við tóktist næsti sigurin á árinum at koma alsamt nærri. Seinastu løtuna undan steðginum tóktist tær á heimaliðnum fullkomuliga at hava mist mótið [...] tríggjar ferðir á rað slapp at smekka standandi skot av trimum metrum í kassan, mundi ikki vera tað, sum tær høvdu ætlað undan dystinum. Sum frá leið, so fekk Søljan eisini betri fatur á hesum partinum [...] tær als ikki at fáa glið á nakað sum helst, og tá tær heldur ikki tóktust hava nakað móttrekk móti mansverjuni, noyddist Nicoleta fyri tað nógva bara at standa bíðandi uppi á miðlinjuni. Nakrar ferðir
Hvussu so verður hjá teimum um jóltíðir, veit hann enn ikki at siga. Tað velst um fiskiskapin. Men at liggja og draga vaðskít í Norðsjónum á jólum heldur hann ikki vera nakað at bjóða fólki kortini. Um árið [...] áleiðis, sigur hann, at hjá Vesturvón hevur tað roynst heilt hampiligt. Alt er fiskað, sum tillutað er, og einki er keypt av fremmandari kvotu. Men tað var tí, at einki fekst, sigur reiðarin. Tað bar ikki til [...] Kvoturnar á vanligu leiðunum hjá flakatrolaranum Vesturvón eru uppi, og tí verður roynt at fara aðrar leiðir. Vesturvón var herfyri ein stuttn túr í Norðsjónum, har teir royndu eftir upsa av eini felagskvotu
grønlendingum í so máta ? tað er stórur munur á arktiskari og norðurlendskari mentan, men vit hava eina søgu saman, og á tann hátt hava vit nógv felags. Hann leggur dent á, at í samband við fiskiskapin til dømis [...] Meldgaard, leiðari á Dansk Polarcenter, ið fekk hugskotið at gera ein norðurlendskan mentunarmiðdepil á Den Grønlansdske Handels Plads. Hann plagdi at hitta stjóran í Told og Skat, Kaj Elkrog, á bryggjuni, har [...] brúkar skrivstovuna. Á triðju hædd er Grønlendska Sendistovan og Íslendska Sendistovan er á aðru hædd. Fimta hædd verður nýtt til ráðstevnur og annað. Minniligur 30-ára dagur Sum krúnan á verkinum hjá einum
Musikcaféen. Hann trínur á pallin. Synd er at siga, at maðurin sær út sum ein, sum hevur ein plátusáttmála við eitt av heimsins størstu plátufeløgum. Hann sessast. Tekur gittaran høgrumegin upp á lærið, og [...] klappini fáa hann útaftur á pallin, og skjótt hevur hann sungið og spælt trý løg afturat. - Tað var fult her í gjár, so eg visti ikki um tað fóru at vera tvey ella trý fólk her í kvøld, sigur hann lítillátin [...] Men nú var hann so aftur í Danmark. Fyri nøkrum mánaðum síðani hevði hann eisini nakrar fáar konsert her í Norðanlondum. Men leiðin lá skjótt yvirumaftur stóra Atlantshavið. Har hevur hann millum annað
er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur ? Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Náttarravnarnir í Tórshavn [...] hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Føroyskt barnamøti Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin
hansara, so verður tað hotell skúlin í sveisiska býnum Lausanne, sum leggja ungum føroyingum lag á. Karim er komin á útbúgvingarstevnu í Føroyum við teirra vón at sannføra lestraráhugaðar føroyingar um at fáa [...] Seinnapartin fríggjadagin hava nøkur verið vitja hansara bás í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og Karim letur væl at. - Fólk í Føroyum vita ikki so nógv um okkara skúla, og tí er henda stevnan eitt frálíkt høvi [...] eisini fingið samband við fólk í hotell vinnuni í Tórshavn, sum vit kunnu arbeiða víðari við, sigur hann Góðkendur Hotell skúlin í Lausanne er frá 1893. 110 ára gamli skúlin er einasti hotel skúli í Sveis
tað, sum varð skotið, reiv seg leysan og bóltaði oman á vegin. Hann heldur, at steinurin mundi viga eini 30 tons. Men tað var ongantíð nakar vandi á ferð, tí tá ið teir sprongja, seta teir altíð gravkýr [...] upp á samferðsluhavnina gongur eftir ætlan. Hann sigur, at higartil hava teir lagt eini 90.000 rúmmetrar út og tað er eftir tíðarætlanini. Tað er næstan ein triðingur av tí, sum skal koyrast. Hann væntar [...] liðug á Ólavsøku. Í sambandi við koyringina hava nógv fólk, sum koyra eftir vegnum framvið grótbrotinum, funnist at, hvussu skitin og runutur, vegurin er. Har hevur mangan ligið eitt lag av runu á vegnum
Reykjavíkar, har hann bleiv studentur í 1882, sum 21 ára gamal. Eftir tað var hann eitt skifti í Føroyum og fór síðan til Danmarkar at lesa til lækna. Í Keypmannahavn flutti hann sum føroyingur inn á Regensen [...] honum allan ítrótt. Hann var tann fyrsti, sum í Keypmannahavn fór undir venjingar í fimleiki, og hann var framúr góður byrsumaður og vann fleiri kappinagr við riflu. Á sumri 1890, tá hann var 29 ára gamal [...] irnar. Hann var av hegnigastu monnum og hansara gávur og sjáldsama tol komu væl við, tá hann seinni fór undir ljósviðgerðir sínar. Hann fekk eina sjáldsama hjartasjúku sum so líðandi vant upp á seg og
ánilsi av, hvar hann stendur, men hann hevði bara væntað, at hann verður noyddur at lata aliloyvi inn. Og hvat framtíðin annars hevur at bjóða honum, nú hann hevur mist alla alingina, veit hann enn minni um [...] vit høvdu fingið loyvi til at koppseta fisk. Hann vísir á, at ILA er staðfest í Suðuroy og tað tað er framvegis stórt felli í ringunum av sjúkuni. Tí sigur hann, at sum støðan er nú, er tað vónleyst at endurreisa [...] alivinnan hevði bráneyðugan tørv á at økja eginpeningin einar 180-200 milliónir krónur longu næsta ár, annars bar ikki til at fíggja alivinnuna longri. Sparikassin vísti eisini á, at árið í ár hevur prógvað
guitar. Hann sang vakra jólasangin Í Bethlehem í Dávids stað. Ein innilig framførsla, og tað sást á Pæturi, at tað hevði nógv at siga fyri hann aftur at framføra í sínum heimbýi. Eivør kom so fram á altarið [...] undir húðina á fólki. ? Um nakar nemur við meg nú, so brotni eg, segði ein av áhoyrarunum beint eftir Ave Maria. Vanliga er jólakonsertin í Christianskirkjuni nakað heilt serligt, men í ár bar av. Hetta er [...] hornorkestri lá so sanniliga ikki eftir á hesi konsertini. Hóast byrjanin var heldur trilvandi, so kom teirra eyðkenda og vakra ljóð fram. Allarhelst hava nervar verið upp á spæl. Serliga The Holy City situr