Føroyska ferðavinnan er ein gimsteinur

Karim Sidaoui frá hotell skúlanum í sveisiska býnum, Lausanne, heldur, at føroyska ferðavinnan eigur gera sær dælt av vøkru náttúruni í Føroyum. Stendur tað til hansara, so skulu føroyingar fáa neyðuga kunnleikan um ferða- og hotellvinnu á skúlanum í Lausanne

-Tit hava ótrúliga stórar møguleikar í ferðavinnuni. Vakra náttúran í Føroyum er ein gimsteinur, og hon eigur at lokka nógv fleiri útlendingar til Føroya, sigur Karim Sidaoui frá Hotel skúlanum í Lausanne
Stendur tað til hansara, so verður tað hotell skúlin í sveisiska býnum Lausanne, sum leggja ungum føroyingum lag á. Karim er komin á útbúgvingarstevnu í Føroyum við teirra vón at sannføra lestraráhugaðar føroyingar um at fáa sær eina útbúgving innan ferðavinnu og hotellvinnu. Sum agn hevur Karim Sidaoui faldarar og CD-rom at geva teimum vitjandi. Seinnapartin fríggjadagin hava nøkur verið vitja hansara bás í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og Karim letur væl at.
- Fólk í Føroyum vita ikki so nógv um okkara skúla, og tí er henda stevnan eitt frálíkt høvi at gera vart við okkum. Nøkur hava longu víst áhugað, so tað er positivt. Eg havi eisini fingið samband við fólk í hotell vinnuni í Tórshavn, sum vit kunnu arbeiða víðari við, sigur hann

Góðkendur
Hotell skúlin í Lausanne er frá 1893. 110 ára gamli skúlin er einasti hotel skúli í Sveis, sum er góðkendur sum universitetsskúli. Næmingarnir koma úr 71 ymiskum tjóðum, og undirvísingin fer fram bæði á enskum og fronskum. Møguleiki er fyri at taka eina hálvtannað árs útbúgving, eitt BA stig ella ein Master innan hotel- og ferðavinnu í Lausanne.
-Vit útbúgva fólk, sum arbeiða innan ferðavinnuna, hotell vinnuna, kasino, náttklubbar og flogvinnuna, sigur Karim Sidaoui.