Uttan fyri eina av mongu dyrnum til 6000 fermetra stóra pakkhúsið á Den Grønlandske Handels Plads í Keypmannahavn peikar stabbagrót úr Froðba upp í loft og sýnir, at føroyingar eru í nánd.
Gamla handilsplássið er ikki valt sum norðurlendskur mentunarmiðdepil av tilvild. Her hava bæði føroyingar, grønlendingar, íslendingar og danir gingið um beinini á hvørjum øðrum fyri fleri hundrað árum síðani í handli við fiski og hvali ? og søgan fær nú nýtt lív í pakkhúsunum fra 1763.
Beint yvir av liggur vælumtókta caféin "Luftkastellet". Her kanst tú sóla tær og fáa sand millum tærnar um summarið, og júst hetta umráðið er sera væl vitjað summarhálvuna. Men í skýmingini hendan seinnapartin í november evjast sandur og hyljar saman í regninum, og ikki eitt menniskja er at síggja. Staðið minnur mest um eitt byggipláss. Tað er ilt at ímynda sær, at drotningin skal spáka her um nakrar dagar.
Inni í Norðurbryggjuni er tó meiri lív í. Ein dámur av stoltleika og spenningi er at finna millum starvsfólkið, ið rokast við at gera alt klárt til vígsluna av mentunarhúsunum, sum verður 27. november. Her eru nýkálkaðir múrar, tjúkkir bjálkar og litfagrir málningar. Frá glugganum sært tú yvir á Bornholmaraferjuna, nýggja operahúsið og á bryggjuni yvirav blinkandi ljósini í Nyhavn.
Norðurbryggjan er ein góð blanding af ráðum pakkhúsi, glasi og list. Her blandast felags søgan hjá dønum, føroyingum, ís-lendingum og grønlendingum saman við okkara nútíðar felagsáhugamálum og vendir sær í móti framtíðini ? har Útnorður er góð marknaðarføring.
Styrkja norðurlendska samleikan
Tryggvi Johansen hevur drúgvar royndir sum føroyskur umboðsmaður, og hann er sannførdur um, at Norðurbryggjan fer at gera Føroyar sjónligari bæði í Danmark og í altjóða høpi.
- Norðurbryggjan er ein verkætlan, ið dyrkar tann norðurlendska samleikan, og høvuðsendamálið er at markera okkum betur ? at skapa eina synergi-effekt gjøgnum norðurlendska felagsskapin, greiðir Tryggvi Johansen, føroyskur sendimaður í Keypmannahavn frá.
- Við at styrkja norðurlendska felagsskapin og samstarvið millum londini í Útnorði, kunnu vit skapa møguleikar, sum vit aldrin kunnu fáa einsamøll, sigur hann. Eitt dømi uppá eina synergi-effekt, sum samstarvið skapar, er sjálv vígslan av Norðurbryggjuni. Umtalan sum tiltakið fær ? og harvið eisini Ísland, Føroyar og Grønland ? er góð marknaðarføring, og Føroyar høvdu neyvan fingið so nógva umtalu í samband við nakra verkætlan, sum vit gjørdu einsamøll, sigur Tryggvi Johansen.
- Vit eru smáar tjóðir, men saman verða vit størri og sjónligari, og vit hava nógv størri gjøgnumslagskraft, enn vit hava hvør sær, sigur hann og leggur aftrat, at vit eiga at dyrka hendan norðurlendska samleikan.
- Sum ein eind rúmar Útnorður stórt ríkidømi og fjølbroytta og serliga mentan ? hetta er eitt spennandi øki, sum hevur stóran áhuga millum fólk, og Føroyar verða nógv sjónligari sum partur av hesi eind, sigur Tryggvi Johansen. Hann heldur, at serliga Føroyar fáa ágóðan av hinum báðum størru londunum.
- Føroyar eru minst sjónliga av hesum trimum londunum, men nú vit eru í sama húsi, fara at fólk, sum vitja Ísland ella Grønland eisini at hyggja inn á gólvið hjá føroyingum, tá tey eru her alíkavæl, sigur hann.
Felags søgu
Spurdur hvat tað er, sum vit hava felags við Grønland og Ísland, sum vit ikki hava við onnur norðanlond, svarar Tryggvi Johansen:
- Føroyingar líkjast nokk meira íslendingum enn grønlendingum í so máta ? tað er stórur munur á arktiskari og norðurlendskari mentan, men vit hava eina søgu saman, og á tann hátt hava vit nógv felags. Hann leggur dent á, at í samband við fiskiskapin til dømis, hava føroyingar havt nógv við Grønland og Ísland at gera, og serliga í nýggjari tíð hevur gott samstarv verið millum londini
- Vit hava eisini felagsmál ? og okkara støða líkist. Til dømis kann ein ímynda sær, at um eitt nú Noreg var við í hesi verkætlanini, hevði samstarvið møguliga verið truplari, av tí at Noreg er í einari aðrari støðu og er nógv størri. Her høvdu vit kanska havt áhugamál, ið ikki samsvaraðu, sigur Tryggvi Johansen.
Noregi stóð í boði, at verða ein partur av Norðurbryggjuni, men hevði ikki áhuga fyri tí. Tað var somuleiðis ivasamt um Ísland ynskti at vera við í verkætlanini.
- Tað hevur uttan iva havt sera positivan týdning fyri Norðurbryggjuna, at Ísland valdi at vera við, sigur Tryggvi Johansen. Hann fegnast í heila tikið um, at verkætlanin higartil sær út til at eydnast so væl. Tá fyrstu fundirnir um Norðurbryggjuna vóru í 1997, var ilt at siga hvønn týdning fleirtjóðaða verkætlanin fór at hava.
Sendistovan í hæddini
- Hetta er tað stuttligasta, eg havi verið við til, síðan "Føroyar í Fokus", sigur Brynhild Djurhuus, umsitingarligur leiðari á Føroya Sendistovu. Hon hevur starvast á Føroysku Viðskiftastovuni síðan hon var hjálparfólk í samband við stóra tiltakið Føroyar í Fokus, ið var í 1985. Nógv hjálparfólk arbeiddu við verkætlanini, og Brynhild hevur arbeitt á Viðskifta-stovuni síðan. Í hesi 18 árini er arbeiðið við Norðurbryggjuni heilt avgjørt eitt av hæddarpunktunum, sigur hon.
- Øll eru í góðum lag, hóast nógv er at gera ? tað er stuttligt at vera við til at byggja nakað nýtt og spenanndi upp ? serliga saman við øðrum tjóðum ? og so eru so vakrar umstøður, at tað eisini ávirkar lagið.
Á Norðurbryggjuni hevur samstarvið longu styrkt norðurlendska samleikan:
- Vit hittast jú her hvønn dag, eta saman í matstovuni, skulu halda jólaborðhald saman og so framvegis ? og vit kenna tað longu, sum eru vit ein eind, sigur Brynhild Djurhuus.
Føroyingar halda til á fjórðu hædd í pakkhúsunum. Og sum føroyingur veit ein, nær ein er ?heima?. Tú kennir teg aftur beinanvegin, tí málningar við kendum motivum av kendum føroyskum listafólki hanga alla staðni ? rúmini eru skild at við tunnum glasveggum, og tað fær 1000 fermetra gólvið at tykjast stórt og opið. Umframt sendistovu og ferðaráð er pláss til vinnu, vísind og mentan. Formula, Atlantic Airways og Føroya Tele eru nakrar av føroysku fyritøkunum, ið hava leigað høli her. Ein partur er leigaður út til altjóða felagsskapir og nakrar skriv-stovur verða leigaðar út soleiðis, at tú einans skal gjalda fyri tíðina, tú brúkar skrivstovuna.
Á triðju hædd er Grønlendska Sendistovan og Íslendska Sendistovan er á aðru hædd. Fimta hædd verður nýtt til ráðstevnur og annað.
Minniligur 30-ára dagur
Sum krúnan á verkinum hjá einum manni, ið hevur arbeitt støðugt við at fremja sambandið millum føroyar og umheimin í nógv ár, letur Norðurbryggjan upp júst 30 ár eftir Tryggvi Johansen byrjaði í starvinum sum umboðsmaður fyri Føroyar í Keypmannahavn og grundlegði Føroysku Viðskiftastovuna.
Upprunaliga var endamálið við Viðskiftastovuni at hjálpa føroyskum fyritøkum inn á altjóða marknaðin, og at takast við inn- og útflutning, umframt at knýta bond við onnur lond. Tryggvi Johansen ferðaðist nógv og kannaði møguleik-arnir hjá føroyskum fyritøkum á altjóða marknaðinum. Í dag eru flestu fyritøkur í Føroyum sjálvar førar fyri at gera hetta arbeiði. At samstarva við donsku fyrisitingina hevur eisini verið ein størri partur av uppgávuni hjá Viðskiftastovuni, enn tað er i dag, millum annað av tí at landsstýrið hevur yvirtikið nærum øll málsøkini.
Føroya Landsstýri hevur avgjørt at Viðskiftastovan skal eita Sendistova Føroya framyvir. Munurin er, at ein viðskiftastova arbeiðir við meiri vinnuligum uppgávum, har ein sendistova er meiri neutral og tað er heldur mentan enn vinnu, sum arbeitt verður við, sigur Tryggvi Johansen.
Uppgávurnar broyttar
Uppgávurnar hjá Viðskiftastovuni, nú Sendistovu Føroya, eru nógv broyttar tey 30 árini, ið Tryggvi Johansen hevur virkað sum umboðsmaður fyri Føroyar. Upplýsing og umboðan er vorðið ein alt størri partur av virkseminum seinastu árini.
- Serliga undir kreppuni, var tað av týdningi, at vit upplýstu danir um Føroyar, til dømis við fyrilestrum og faldarum, men tað er eisini týdningarmikið at skapa samband við onnur lond ? at hava eitt netverk við til dømis sendiharrum úr øðrum londum og skapa good will á tann hátt, sigur Tryggvi Johansen.
Við Norðurbryggjuni broytast uppgávurnar hjá Sendistovu Føroya helst eisini. Hon verður uttan iva sjónligari, nú hon heldur til í Norðurbryggjuni. At skapa eitt netverk í altjóða høpi, verður enn størri partur av virkseminum, men hvat týdningarmesta uppgávan hjá Sendistovu Føroya skal verða framyvir, veit Tryggvi Johansen ikki at siga.
- Tað er ein politiskur spurningur, hvar tyngdin skal liggja, sigur hann og nevnir, at tey møguliga skulu leggja seg meir eftir at samstarva við fjølmiðlarnir ella luttaka sum umboð á ymiskum fundum fyri føroyingar í Føroyum.
Eins og uppgávurnar eru broyttar í hansara tíð, hevur danska áskoðanin á Føroyar og føroyingar eisini verið skiftandi. Luftin var køld fyrst í 90?unum, í kreppuárunum, men tað er ein farin tíð. Hetta seinasta árið er nógv broytt, og í dag hoyrist oftari, at føroyingar eiga at vera stoltir av, at teir hava arbeitt seg burtur úr kreppuni, sigur Tryggvi Johansen.
Umframt at hava arbeitt við sambandinum millum Føroyar og útheimin í nógv ár, hevur Tryggvi Johansen eisini verið undangongumaður, tá tað kom til at skapa samanhald føroyingar millum í Danmark. Saman við Hans Peturi Weihe, sála, var hann sostatt drívmegin aftan fyri Føroyahúsið, sum føroyingar fingu í december 1981. Tryggvi Johansen tók somuleiðis stig til stóra tiltakið "Føroyar í Fokus", sum veruliga setti Føroyar á landkortið í 1985.
Fakta
Norðurbryggjan er mentunar- og umboðsmiðdepil fyri Grønland, Ísland og Føroyar. Tað eru sostatt sendistovurnar hjá Føroyum, Grønlandi og Íslandi, ið húsast á trimum av hæddunum ? har leiga tær partar av húsinum út til vinnuligar fyritøkur, vísundaligar og altjóða felagsskapir og mentunarlig tiltøk.
Tað var Morten Meldgaard, leiðari á Dansk Polarcenter, ið fekk hugskotið at gera ein norðurlendskan mentunarmiðdepil á Den Grønlansdske Handels Plads. Hann plagdi at hitta stjóran í Told og Skat, Kaj Elkrog, á bryggjuni, har pakkhúsið hevði staðið tómt í eini 15 ár, eftir at kongaligi grønlendski handilin steðgaði virksemi sínum.
Plássið varð upprunaliga nýtt til samhandil millum Grønland, Ísland, Føroyar, Finnland, Noreg og Danmark, og Meldgaard og Elkrog tosaðu um, at staðið hevði verið vælegnað til ein miðdepil fyri Útnorður og settu niður eina nevnd, sum kundi arbeiða fram ímóti hesum. Fyrrverandi forsetin í Íslandi, Vigdís Finnbogadóttir, varð biðin at verða formaður, og hevur verið ein avgerandi drívmegi í arbeiðinum.
Marjun Hanusardóttir, løgmannstjóri var eisini biðin um at verða við, og hon heitti á Tryggva Johansen at koma upp í arbeiði. Umleið 18 fólk úr Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum arbeiddu sostatt frá mai í 1997 óformelt við at kanna møguleikarnar fyri einum útnorðurmiðdepli, og í september 2000 var grundarlagið undir Norðurbryggjuni tryggjað. Danski staturin váttaði at geva verkætlanini bygningin, sum er umleið 40 milliónir krónur verdur, og grunnurin hjá A.P. Møller: "A.P. Møller og Hustru Chastine Mærsk-McKinney Møllers Fond til Almene Formaal" hevur latið verkætlanini 20 milliónir. Føroyar, Ísland og Grønland fíggja restina av verkætlanini.
Formaður í nevndini fyri Norðurbryggjuna er Vigdís Finnbogadóttir og Morten Meldgaard er stjóri. Norðurbryggjan verður vígd hósdagin 27. november 2003.