Løgtingsforkvinnan hitt starvsfelagar í Eystarasalti

Í samband við at løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, luttók á BSPC-ráðstevnu í Álandi, nýtti hon høvið at hitta starvsfelaga sín, Jörgen Pettersson, forseta í Lagtinget í Álandi.

Tey tosaðu eitt nú um, hvussu løgtingini í teimum báðum londunum virka, um limaskapin og politiska arbeiðið í Norðurlandaráðnum, um samstarvið millum Norðurlandaráðið og Baltalondini, um broyttu geopolitisku støðuna og tær sjálvstýrisskipanir, sum Føroyar og Áland virka undir.

 

Jörgen Pettersson var í mong ár formaður fyri altjóða oyggjaleikanevndina IIGA (International Island Games Association). Sum formaður var hann við til at taka avgerðina um, at Føroyar skuldu verða vertir fyri oyggjaleikirnar í 2027. Forsetin í Álendska tinginum er føroyavinur um ein háls, og hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir. 

 

Løgtingsforkvinnan fekk eisini høvið at heilsa uppá Antoņina Ņenaševa, ið er varaforkvinna í  tinginum í Lettlandi og Kristina Herbst, forseta í Landtag of Schleswig-Holstein, sum er eitt av týsku landslutaparlamentunum. Kristina Herbs er nú forkvinna fyri BSPC, nú Slesvik-Holstein hevur tikið við formansskapinum í BSPC. BSPC er samstarv ímillum londini í Norðurlandaráðnum og Baltalondini.

 

##med2##

Løgtingsforkvinnan, saman við Kristina Herbst, forseta í Landtag of Schleswig-Holstein og forkvinna fyri BSPC.

 

##med3##

Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, saman við Antoņina Ņenaševa, varaforkvinnu í tinginum í Lettlandi. 

 

Somuleiðis fekk løgtingsforkvinna høvi at tosa við Egils Levits, sum er fyrrverandi forseti í Litava, sum var millum mongu fyrilestrarhaldararnar á ráðstevnuni.