Tað er at fegnast yvir at Yvirfriðingarnevndin hevur gjørt úrskurð um, at fuglameingið í Klivaløkshaga skal kannast nærri og yvir eitt tíðarskeið uppá eitt ár.
Tað verður sagt, at umsøkjarin skal standa fyri hesari kanning. Hetta er ikki sørt løgið, og er tað at loyva revinum inn í høsnagarðin ella í hesum førinum leysum í Klivaløkshaga.
Rættast er sjálvandi at báðir partar semjast um fuglafrøðingin, sum skal vera ein altjóða góðkendur kapacitetur, sum skal standa fyri arbeiðinum. Men best er kortini at báðir partar hvør sær fyriskipa slíka kanning, sum má vara minst í 2 ár og eftir einum vældefineraðum leisti.
Fuglameingi í Føroyum hevur nógv samband við fuglalívið hjá grannum okkara, Shetland, Orkney, Skotland og Stóra Bretland.
Stóra bretska fuglaverndarfelagið Royal Society for the Protection of Birds (RSPB) sum hevur meira enn 1.1 millión limir, hevur sjalvandi stóran áhuga í at Klivaløkshagin ikki verður skalaður av vindmyllum og atkomuvegum. RSPB ávarar staðiliga móti vindmyllum í fuglaøkjum.
##med2##
Johan Mortensen