622 fólk deyð av jarðskjálvta í Afghanistan

Amerikanski jarðskjálvtastovurin, USGS, veit at siga, at jarðskjálvtamiðdepilin var 27 kilometrar uttanfyri býin, Jalalabad

 

Talsmaðurin hjá innanríkisráðnum í Afghanistan upplýsir, at 622 fólk hava latið lív í herviligum jarðskjálvta, sum rakti landið í gjárkvøldið.

 

Áður hava ymiskir miðlar kunngjørt ymisk tøl, eitt nú hava The Telegraph og tíðindastovan AP sagt, at 250 fólk hava latið lív.

 

Men, nú sigur so talsfólkið fyri innanríkisráðið, at talið av deyðum í øllum førum er meira enn tvífalt so stórt.

 

Amerikanski jarðskjálvtastovurin, USGS, veit at siga, at jarðskjálvtamiðdepilin var 27 kilometrar uttanfyri býin, Jalalabad.

 

Hetta er nærindis markinum til Pakistan.

 

Styrkin í jarðskjálvtanum var 6,0, og dýpið var umleið átta kilometrar.

 

Lagt verður aftrat, at jarðskjálvtar, sum ikki raka so djúpt, ofta gera størri skaðar.

 

##med2##