Spreingióhapp
Tað gongur ikki altíð, sum spreingimeistarin vil!
Tað máttu teir hjá Articon sanna, tá ið teir seinnapartin mánadagin skuldi spreingja í grótbrotinum vesturi í Líð í Trongisvági.
Articon hevur gjørt grótbrot vesturi í Líð í sambandi við arbeiðið at gera nýggu samferðsluhavnina í Trongisvági og har verður grótið sprongt, sum skal brúkast til grótgarð og ífyllu.
Men mánadagin gekk sjón fyri søgn, hvussu svikaligt slíkt sprongiarbeiðið kann vera, tí tá ið skotið gekk av, bóltaði ein ovurstórur steinur oman á vgin.
Jákup Enni, sum stendur fyri arbeiðnum, sigur, at trupulleikin er, at grótið stendur í stórum blokkum og tað sum hendi var, at ein blokkur, sum stóð aftanfyri tað, sum varð skotið, reiv seg leysan og bóltaði oman á vegin.
Hann heldur, at steinurin mundi viga eini 30 tons.
Men tað var ongantíð nakar vandi á ferð, tí tá ið teir sprongja, seta teir altíð gravkýr fyri vegin báðu megin við, passaliga langt frá grótbrotinum, fyri at byrgja av so at bilar ikki sleppa at koyra.
? Vit byrgja altíð vegin av, tá ið sprongt verður, so at bilar ikki sleppa at koyra og tað gjørdu vit eisini hesuferð, sigur Jákup Enni.
Tað var klokkan 14 mánadagin at spreingióhappið hendi. Boð vóru beinanvegin send til Landsverkfrøðingin sum kunngjørdi í Útvarpinum, at vegurin varð stongdur.
Farið varð eisini beinanvegin undir at rudda vegin. Steinurin mátti borast og skjótast, men longu klokkan 15.20, ein tíma og tjúgu minuttir eftir óhappið, varð koyrandi aftur.
Jákup Enni sigur, at hetta er eitt óhapp, sum altíð kann henda, tá ið srpongt verður, men fyri at fyribyrgja at nakar skaði skal henda, seta teir altíð neyðu trygdartiltøk í verk, m.a. at byrgja vegin av.
Samstundis sigur hann, at hetta varð síðsta skotið í bergholinum í ár, tí nú er so mikið at leysum grótið, at sprongt verður ikki aftur, fyrrenn næsta ár.
Gongur eftir ætlan
Annars sigur verkfrøðingurin hjá Articon, at arbeiðið upp á samferðsluhavnina gongur eftir ætlan.
Hann sigur, at higartil hava teir lagt eini 90.000 rúmmetrar út og tað er eftir tíðarætlanini. Tað er næstan ein triðingur av tí, sum skal koyrast.
Hann væntar, at koyringin við grótið verður liðug á Ólavsøku.
Í sambandi við koyringina hava nógv fólk, sum koyra eftir vegnum framvið grótbrotinum, funnist at, hvussu skitin og runutur, vegurin er.
Har hevur mangan ligið eitt lag av runu á vegnum við innkoyringina til grótbrotið og eitt sindur inneftir. Hetta er runa, sum bilarnir draga við sær úr grótbrotinum, út á vegin.
Serliga í vátveðri hevur tað als ikki verið vandaleyst fyri ferðsluna, tí dekkini hava ikki fingið fatur í vegnum, tá ið bilførarar hava roynt at bremsa.
Hendan trupulleikan er Jákup Enni varugur við og hann sigur, at tey hava eisini tikið stig til at loysa hann.
Vit hava fingið ein kust frá Landsverkfrøðinginum, sum stendur við grótbrotið allan dagin. Sostatt verður vegurin sópaður tvær ferðir um dagin, ella sum tørvurin er. Og hvønn fríggjadag verður vegurin sópaður serliga reinur, tí tá kemur ein bilur afturat at reinsa vegin. Og tá ið tað regnar, vaskar tað eisini rununa av vegnum.
Sostatt er hesin trpulleikin langt frá so ringur nú, sum hann hevur verið og Jákup Enni heldur, at tað, sum nú er av runu á vegnum, slepst neyvan undan, so hetta er ein trupulleiki, sum, fólk noyðast at tola fram til Ólavsøku, tá ið koyringin er liðug.
Aðrastaðni, har slíkt arbeiði er, hava lastbilarnir eitt vatnbað at koyra ígjøgnum, áðrenn teir fóru út á almennan veg fyri at teir skulu vera so reinir sum gjørligt?
? Tað hava vit eisini umhugsað, men trupulleikin við tí er, at innkoyringin til grótbrotið flytist eystureftir alla tíðina, so hvørt sum koyrt verður, so tað letur seg illa gera, sigur Jákup Enni.