Fantastisk jólakonsert

Eivør Pálsdóttir og Pætur við Keldu saman við Klaksvíkar Hornorkestri og gospelkórinum Gleði gjørdu jólakonsertina í Christianskirkjuni týskvøldið til ta bestu og mest hugtakandi nakrantíð

Tað er avbera torført at lýsa konsertina við orðum. Kenslurnar, sum ein situr eftir við, tá ein hevur hoyrt Eivør Pálsdóttir syngja, ber illa til at seta orð á. Hennara sangur er so inniligur og so reinur, at ein gerst tómur fyri orð. Orð tykjast fátøk í mun til hennara fantastisku rødd.
Fólk sótu lurtaðu við andakt eftir henni. Onkur hevði hug at verða nakað rørdur, men tað er onki at siga til. Hon sang seg inn í hjørtuni og inn undir húðina á fólki.
? Um nakar nemur við meg nú, so brotni eg, segði ein av áhoyrarunum beint eftir Ave Maria.
Vanliga er jólakonsertin í Christianskirkjuni nakað heilt serligt, men í ár bar av. Hetta er eisini fyrstu ferð, at ein so stór stjørna sum Eivør tekur lut á henni.
Eftir konsertina tók onkur til, at tað verður sera torført at skipa fyri konsertini komandi ár, tí hendan var so fantastisk. Og tað verður tað helst eisini, men soleiðis átti ein ikki at hugsað.
Heldur gleðast um, at 1.200 fólk gjørdust hesa ótrúliga uppliving ríkari.

Tvær stjørnur
Pætur byrjaði framførsluna hjá teimu báðum einsamallur saman við síni guitar. Hann sang vakra jólasangin Í Bethlehem í Dávids stað. Ein innilig framførsla, og tað sást á Pæturi, at tað hevði nógv at siga fyri hann aftur at framføra í sínum heimbýi.
Eivør kom so fram á altarið. Í einum flottum reyðum kjóla við gullmynstri á. Hárið var gjørt, og hon sá út sum ein stjørna. Og beint eftir at hon og Pætur vóru byrjað at syngja Eitt fjós og ein krubba, varð staðfest, at Eivør er ein stjørna. Ein stjørna av teimum øllum. Hon hevur sanggávur sum ongin annar. Røddin fylti alla kirkjuna og fór heilt upp á tindar, sum ein einans kundi ímynda sær vóru til. Uttan nakað klaverfylgispæl ella annað sang hon henda jólasangin, sum øll kenna so væl.
Ein góð byrjan og øll vistu, at tað fór at koma meira.
Næsta lagið hjá Eivør var Ave Maria. Pætur setti seg við klaverið, og samanspælið millum tey bæði var framúr. Og tá hon var liðug at syngja vóru lógvabrestirnir ikki til at taka feil av.
Síðani sungu tey bæði Eg rósu upp sá næla saman við nøkrum hornblásarum. Pætur fyrra ørindið og Eivør seinna. Og so bæði tað seinna ørindi saman umaftur. Tey bæði klinga væl saman og stuðla væl hvønn annan í teirra felagsframførslum.
Eivør og Pætur endaðu teirra framførslu við Heilaga nátt, har Eivør enn einaferð prógvaði, at hon hevur eina fantastiska rødd, sum hon kann gera alt við.

Jólaligir horntónar
Luturin hjá Klaksvíkar hornorkestri lá so sanniliga ikki eftir á hesi konsertini.
Hóast byrjanin var heldur trilvandi, so kom teirra eyðkenda og vakra ljóð fram. Allarhelst hava nervar verið upp á spæl.
Serliga The Holy City situr eftir sum eitt flott og vælframført lag. Og Anthem úr sangleikinum Chess.
Hornorkestrið framførir vanliga eini tvey ella trý ikki so vanlig løg, um ein kann siga tað so, til jólakonsertina. Og so spæla tey kend jólaløg fyri rest. Hetta skapar ein jólahýr í kirkjuni, sum er heilt serstakur. Nógv hava tað so, at jólini eru ikki byrjað av álvara, fyrr enn tey hava verið í jólakonsert.
Klaksvíkar Hornorkestur er eyðkent fyri sítt ljóð, og tað kemur altíð til sín rætt í Christianskirkjuni, sum man vera tað høli í Klaksvík, sum hevur bestu ljóðviðurskiftini.

Gleði
Spildurnýggja gospelkórið í KFUM og K var síðani á skránni. Tað einans eitt ára gamla kórið sang tríggjar vakrar jólasangir. Miðalaldurin í kórinum man vera nakað lágur, tí meginparturin av limunum eru fólk millum 15 og 20 ár.
Kórið sang fyrst eitt lag eftir Tore W. Aas, sum eitur Jólanátt. Síðani komu Friður á jørð og Tí okkum barn er føtt í dag. Øll trý sera vøkur løg, og tær báðar ungu solistarnir vaktu so avgjørt kenslur í áhoyrarunum. Men tað var synd fyri kórið, at keyboardið hoyrdist ov væl. Kórsangurin druknaði í undirspælinum, og hann hoyrdist ikki nóg væl.
Eftir hetta sungu tey tvey løg saman við Klaksvíkar Hornorkestur, og tá kom sangurin hjá teimum betur til sín rætt. Hann hoyrdist betur, og kór og orkestur fylgdust væl.
Kórsangur og hornblástur eru altíð gott at hoyra, og jólahýrurin vaknar av álvara.

Óektað krystall
Samanumtikið ein fantastiska góð, hugtakandi og innilig konsert. Eivør sang sum ein dreymur saman við Pæturi, sum sjálvur eisini átti stóran lut í tí væleydnaði framførsluni.
Tvær livandi stjørnur sum bleiktraðu í advent og eitt vakurt sangpar sum nógv vilja hoyra og síggja í framtíðini. Sannførandi og professionell fyltu tey kirkjuna og hjørtuni hjá øllum sum lýddu á.
Klaksvíkar Hornorkestur eigur uppiborið rós fyri eitt sera væleydnað tiltak og gott spæl. Eisini gospelkórið Gleði setti góðan dám á konsertina.
Men sjálvandi tað sum stendur eftir er allarmest røddin hjá Eivør, tá ið hon í løgunum Ave Maria og Heilaga Nátt prógvaði, at ljósakrúnurnar í Christiankirkjuni ikki kunnu vera av ektaðum krystalli.