Aling í Suðuroy er fíggjarligt sjálvmorð

? Soleiðis sum fortreytirnar eru nú, er tað fíggjarligt sjálvmorð at endurreisa alingina í Suðuroy, sigur alarin, sum misti alt, Heri Hjelm

Alivinnan

? Sum støðan er nú, er tað fíggjarligt sjálvmorð at fara undir aling í Suðuroy.
Tað sigur Heri Hjelm, sum hevur verið alari í nógv ár.
Eftir at hann sjálvur misti alt, er alivinnan í Suðuroy endurreist og nú er tað felagið Faroe Farming, sum skal føra alingina í Suðuroy víðari
Men Heri Hjelm er sannførdur um, at tað eru fíggjarlig óráð av teimum heilt stóru at endurreisa alingina í Suðuroy, soleiðis sum tað nú er gjørt,
Hann hevur sagt tað fyrr, men hann endurtekur tað nú:
?Tað er ein avgjørd fortreyt fyri framtíðar aling í Føroyum, at vit sleppa at koppseta laks fyri ILA.
? ILA hevur fingið so fast tak í alingini í Føroyum, at tað er púra ongin vón fyri at halda fram, so leingi vit ikki sleppa at koppseta fyri sjúkuni.
Hinvegin dugir hann ikki at síggja, at nøkur útlit eru til, at vit sleppa at koppseta fyri ILA, tí hann heldur, at tað tykist sum um at føroysku myndugleikarnir hava als ikki skilt álvaran í støðuni og tí hava teir gjørt alt ov lítið fyri at útvega okkum loyvi frá ES til at koppseta.

Fíggjarligt sjálvmorð
Í Suðuroynni er støðan tann, at ætlanin er at hava fisk, sum ikki er koppsettur, gangandi í ringum í einum aliøki, har ILA er staðfest.
?Tað er ein so stórur vági, at tað má rætt og slætt metast at vera fíggjarligt sjálvmorð, sigur gamli stóralarin í Suðuroynni.
Hann heldur, at skal alingin í Suðuroy endurreisast, hevði tað einasta rætta verið at tikið alt av sum skjótast og so bíða við at sett nakað út aftur, inntil vit høvdu fingið loyvi til at koppseta fisk.
Hann vísir á, at ILA er staðfest í Suðuroy og tað tað er framvegis stórt felli í ringunum av sjúkuni.
Tí sigur hann, at sum støðan er nú, er tað vónleyst at endurreisa alingina í Suðuroy og tí hevur hann heldur ongar sum helst vónir um, at tað fer at verða nøkur varandi vinna í Suðuroy og vandi er fyri, at alt fer fyri bakka aftur.
Annars dugir hann heldur ikki at síggja, hvaðani fíggingin skal koma frá.
?Sparikassin boðaði í Sosialinum í farnu viku frá, at alivinnan hevði bráneyðugan tørv á at økja eginpeningin einar 180-200 milliónir krónur longu næsta ár, annars bar ikki til at fíggja alivinnuna longri.
Sparikassin vísti eisini á, at árið í ár hevur prógvað, at so stórar upphæddir fáast ikki í Føroyum. Hinvegin hava útlendingar ikki loyvi til at eiga meiri enn ein triðing av einum alibrúki.
?Tí veit eg ikki, hvaðani framhaldandi fígging til alivinnuna í Suðuroy skal koma frá, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu støðan er við ILA og hvussu príslegan á marknaðinum er, sigur Heri Hjelm
Hann vísir á, at tað er ikki bara alingingin hjá honum, ið er farin fyri bakka.
? Tað er ikki eitt tað einasta alifelag, ið ikki er í sera álvarligum trupulleikum og summi av teimum hava havt líka stórt hall, sum alingin í Suðuroy hevði.
? Tí dugi eg ikki at síggja, hvør skal átaka sær at fíggja alivinnuna, soleiðis sum støðan er í løtuni. Vágin við at fíggja alivinnua er so mikið stórur so leingi vit ikki sleppa at koppseta, at eg dugi als ikki at ímynda mær, hvør ið yvirhøvur hættar sær undir tað.
Heri Hjelm sigur, at tað hevur mangan verið ført fram, at tað vóru óhappini, tá ið aliringar slitu á Trongisvágsfirði og nógvur laksur doyði, sum gjørdi at alingin í Suðuroy fór fyri bakka.
?Tað er ikki rætt. Tey óhappini gjørdu okkum onki. Tað, sum beindi fyri okkum, var ILA og tann lági prísurin á marknaðinum. Og tað er eisini tað, sum hevur forkomið hinum alibrúkunum.
Heri Hjelm sigur, at tann vansin er als ikki burtur og tí stúrir hann fyri, at hóast alivinnan í Suðuroy er endurreist, verður tað ein stokkutur hiti, tí hann dugir ikki at síggja hvørjar møguleikar, hon hevur.
Tí heldur hann, at tað hevði verið nógv betri í longdini at tikið allan laksin av, og alt smoltið og so latið økið ligið óvirkið, inntil vit fingu loyvi at koppsett fyri ILA og so kundi nýtt verðið sett út aftur tá.

Veit onki
Annars er tað lítið og onki, sum Heri Hjelm frættir um støðuna.
Tað einasta, hann veit um støðuna hjá alivinnuni í Suðuroy, er frá fjølmiðlunum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur gjørt av at flyta aliloyvi frá felagnumhjá Hera Hjelm, yvir til nýggja felagið, Faroe Farming, sumer sett á stovn at endurreisa alivinnuna í Suðuroy.
Men ein treyt fyri tí er, at felagið, sum hevði loyvið, letur tað innaftur til Vinnumálaráðið.
Heri Hjelm sigur, at hann hevur ikki ánilsi av, hvar hann stendur, men hann hevði bara væntað, at hann verður noyddur at lata aliloyvi inn.
Og hvat framtíðin annars hevur at bjóða honum, nú hann hevur mist alla alingina, veit hann enn minni um.
? Men onkuntíð hevur sæð verri út, leggur hann kortini afturat.